Chisinau, Moldova (Portalurin): Føroyar settu hol á Nations League-kappingina 2026 við 1-1 javnleiki móti Kasakstan. Eftir dystin á Tórsvøllu skuldi ganga rímiliga skjótt; í brúsu, eta, summir gjørdu samrøðu og so gekk leiðin vestur á flogvøllin.
Hiðani varð flogið við Atlantic Airways eystureftir: Til Moldova, har næsta uppgávan er týskvøldið kloklan 17 føroyska tíð.
Klokkan var umleið fýra lokala tíð, sum er klokkan tvey føroyska tíð, tá lent varð í Chisinau. Talan var um leigutúr, har tað nærum var fullsett: Umframt landsliðið, við venjarum og øllum afturat, vóru FSF-umboð, fólk frá ymiskum fyritøkum, og nevndarlimir frá føroysku feløgunum við umframt onnur.
Talan er um sonevnda “formanstúrin”. Hóast heldur skuffandi javnleik var lagið gott umborð, og næstu dagarnir vera lutfalsliga nógvir føroyingar í moldoviska høvuðsstaðnum.
.Portalurin og FM1 eru við á ferðini og hava meira tilfar sunnukvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald