Tú leitaði eftir “portal.fo” og fann 2361 úrslit
-
04. May 2024
-
04. May 2024 17:10
Video: - Rutina og góður verjupartur gjørdu mun
Umráðandi at hava góðan málverja og eisini góða blanding av eldri og yngri spælarum, staðfestir Bjarta Johansen sum er ógvuliga fegin um, at føroyameistaraheitið varð avgjørt í dag
-
-
-
04. May 2024 21:25
Ovaru liðini vunnu
KÍ og Víkingur, ið hittast næsta vikuskifti, vunnu bæði við tveimum málum - á ávíkavist 07 Vestur og EB/Streymi. Serliga KÍ hevði tó sanniliga sítt baks, hóast liðið var í yvirtali meginpartin av heimadystinum
-
-
05. May 2024
-
05. May 2024 17:28
Skála hevur skrætt seg leyst av niðurflytingarstríðnum
Vann á B68 mánadagin og 2-1 í Fuglafirði í dag - nú á tíggju stigum. Stórur smeitur fyri ÍF, sum aftur hevur lykladyst næsta vikuskifti
-
-
-
05. May 2024 21:16
Liðið hjá Anniku bjargaði lívinum í bestu deildini
Follo vann greitt í avgerandi upp- og niðurflytingardystinum. Føroyski landsliðsmálverjin spældi ongan leiklut í dag - Annika Fríðheim Petersen hevur eisini spælt sín seinasta dyst fyri felagið
-
-
06. May 2024
-
06. May 2024 16:08
Video: - Royni at venja meg við verndarbrillurnar
Sjónin er ikki heilt, sum hon skal vera, viðgongur Pauli Jacobsen. Landsliðsmálverjin fekk fyri kortum álvarsaman skaða í annað eyga men vónar at vera heilt til reiðar til HM-undandystirnar
-
-
07. May 2024
-
07. May 2024 12:26
Christian Høgni er nú í Fuglafirði
43-ára gamli venjarin og fyrrverandi stórspælarin úr Saltangará er í gongd við A-venjaraútbúgvingina. Hann skal nú taka sær av næstbesta mansliðnum og U21-liðnum hjá ÍF
-
-
06. May 2024
-
06. May 2024 20:27
Arbeiða nógv við yvirtali og undirtali
Nógv verjuspæl til venjingina fyrrapartin - í kvøld varð 7 ímóti 6 við Eliasi á Skipagøtu og Hákuni West av Teigum fínpussað. Føroyar skulu finna røttu loysnirnar til fyrra dystin mikukvøldið
-
-
07. May 2024
-
07. May 2024 18:28
Myndir: Høllin á Hálsi og hondbóltsmenninir til reiðar til HM-brak
Føroyska liðið er í gongd við at leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til fyrra HM-undandystin móti Norðurmakedónia í morgin
-
-
08. May 2024
-
08. May 2024 21:10
Føroyar vunnu við sjey málum
Dysturin móti Norðurmakedonia endaði 34-27 – spurningurin er um sjey máls leiðla er nóg mikið í Skopje sunnukvøldið
-
-
-
08. May 2024 22:56
Víkingur vann seg víðari eftir longda leiktíð
AB úr næstbestu deildini gav oddaliðnum í Betrideildini skarpan gang í fjórðingsfinaluni. Tað endaði 3-0, men ógvuliga óvæntað skuldu meira enn 90 minuttir til í Sarpugerði
-
-
09. May 2024
-
09. May 2024 14:49
Brandur gjørdi aftur bart í norsku steypakappingini
Skálvíkingurin brendi brotsspark seint í dystinum, men hann legði upp til tvey mál og skoraði tað avgerandi fyri Fredrikstad. Gullbrandur og Sandnes eisini í 1/4-finaluni eftir enn eina málveitslu
-
-
-
09. May 2024 09:20
Trý hálvfinalulið skulu finnast seinnapartin
Á pappírinum er størst spenningur um dystin í Gundadali, har NSÍ vitjar B36 (kl.15). Tað kann eisini gerast rættiliga áhugavert í Streymnesi og við Stórá
-
-
-
09. May 2024 18:32
B36 vann seg víðari eftir longda leiktíð
Marius Kryger Lindh gjørdist sigursharri í Gundadali, har tað var undirhaldandi, og har Klæmint Andrasson Olsen hevði syrgt fyri longdari leiktíð. Týdningarmikil sigur fyri B36
-
-
-
09. May 2024 22:03
Jann: - Hava ikki avrikað sum vit skulu
B36-liðformaðurin legði upp til tvey mál og var lættur um sigurin á NSÍ eftir longda leiktíð - snúði seg bert um at koma víðari í dag, sigur Jann Benjaminsen, sum ásannar, at tíðarskeiðið er trupult
-
-
10. May 2024
-
10. May 2024 09:11
Eingin fjórðingsfinala varð avgjørd eftir 90 minuttum
Yvirlit: Neyðugt varð við longdari leiktíð í øllum - í Trongisvági kom TB víðari eftir brotssparkskapping móti B68 úr Betrideildini. Lutakast til hálvfinalurnar á skránni sunnudagin
-
-
11. May 2024
-
11. May 2024 00:32
Hjálparvenjarin: - Huglagið er framvegis gott
- Vit fylgdu væl við á Hotel Vágum, og vónbrotið var stórt, tá flogfarið ikki fekk sett seg. Fáa tó einki gjørt við støðuna, og tað er ikki so kroyst enn, sigur Julian Johansen
-
-
12. May 2024
-
12. May 2024 12:14
Hákun: - Hugsi slett ikki um at vit standa á gáttini til HM
Royni heldur bara at njóta dystirnar við landsliðnum, sigur føroyski høgri vongurin. - Havi ikki upplivað slíkt áskoðaratrýst aðrastaðni, og tað kann verða torført, hóast tað er pluss sjey nú
-
-
-
12. May 2024 20:41
Myndir: KÍ - Víkingur
Sí myndir úr Djúpumýru, har klaksvíkingar steðgaðu sigursrøðini hjá Víkingi (2-1)
-
-
11. May 2024
-
11. May 2024 15:04
Nú sleppur landsliðið endiliga úr Føroyum
Føroyska ferðalagið er í skrivandi løtu á veg umborð á flogfarið til Billund. Harfrá verður flogið beinleiðis til Skopje, har ferðalagið eftir ætlan kemur uppá pláss í kvøld
-
-
15. May 2024
-
15. May 2024 15:35
Vár og Lív skulu spæla við Ajax
22-ára gomlu tvíburðarnir úr Hoyvík hava báðar havt langtíðarskaðar, men eftir summarsteðgin spæla tær í næstbestu donsku deildini. - Tær hava siðbundnu sterku føroysku venjingarmentanina
-
-
21. May 2024
-
21. May 2024 08:43
Óli toppskjútti í fyrstu finaluni
Tað eydnaðist Sävehof at vinna 28-27 á gestunum úr Ystads og harvið vinna sær fyrsta fyrimunin í SM-finalunum. Óli Mittún og liðfelagirnir spæla aftur í Ystads mikukvøldið
-
-
22. May 2024
-
22. May 2024 20:23
Sävehof tapti aðru meistarafinaluna
Tað gekk ikki so væl hjá Óla Mittún og liðfeløgunum í Ystads í kvøld. Tað endaði við 30-26 tapi. Triðja finalan verður í Partille fríggjakvøldið
-
-
23. May 2024
-
23. May 2024 09:15
Vilhelm spælir nú í Katar
Al Arabi hevur leigað føroyska landsliðsbakkin til tvær stuttar steypakappingar. Hoyvíkingurin er fyrsti føroyski hondbóltsspælarin í Miðeystri og skal spæla fleiri dystir næstu dagarnar
-
-
25. May 2024
-
25. May 2024 12:25
Stórt trýst á B36 við Løkin
HB og Víkingur skulu greiða sína skyldu á heimavølli í dag. Mest spennandi dysturin á pappírinum er NSÍ - B36, har 4. plássið er uppá spæl
-