Fótbóltur

Eingin fjórðingsfinala varð avgjørd eftir 90 minuttum

Yvirlit: Neyðugt varð við longdari leiktíð í øllum - í Trongisvági kom TB víðari eftir brotssparkskapping móti B68 úr Betrideildini. Lutakast til hálvfinalurnar á skránni sunnudagin.

Hanus Sørensen kom inn og var við til at fáa HB víðari móti EB/Streymi, sum Rani Berg í Soylu spældi við í seinnu hálvu í fjør. Rani spældi leiklut fyri B36 og í longdu leiktíðini móti NSÍ (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hanus Sørensen kom inn og var við til at fáa HB víðari móti EB/Streymi, sum Rani Berg í Soylu spældi við í seinnu hálvu í fjør. Rani spældi leiklut fyri B36 og í longdu leiktíðini móti NSÍ (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-10 09:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggjar fjórðingsfinalur í kappingini um Løgmanssteypið vórðu spældar í gjár, og ein var mikukvøldið. Felags fyri tær allar er, at tað stóð á jøvnum eftir 90 minuttir. Harvið skuldi longd leiktíð til og við Stóra ein brotssparkskapping. Hetta er heilt óvanligt.

Tað er mest óvæntað, at TB er umboðað í hálvfinalunum. Annars er talan um trý "topp-fýra feløg" úr Betrideildini. Øll høvdu tó sínari trupulleikar í gjár - sí úrslit og annað niðanfyri, har leinkjur til stuttar dystarfrásagnir eisini eru.

[object Object]
TB gjørdi bart móti B68 og er harvið í pottinum, tá lutakastið til hálvfinalurnar verður sunnudagin (Mynd: Televarpið - skíggjamynd)

Sambært FSF verður lutakastið til hálvfinalurnar víst á Rás 1 hjá Televarpinum sunnudagin 12. mai klokkan 17:00. Hetta er beint eftir KÍ-Víking. 

Víkingur, B36, HB og TB, sum vera í glasbollanum.Fyrru hálvfinalurnar skulu spælast mikudagin 29. mai, meðan seinnu hálvfinalurnar eru á skránni mikudagin 19. juni. Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 2. november.

Fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið

EB/Streymur - HB 1-3 eftir longda leiktíð  - 1-1 eftir vanliga leiktíð
29' Tóki Johannesen (Virgar Jónsson) 1-0
75' Áki Debes Samuelsen (Hanus Sørensen) 1-1
107' Hanus Sørensen 1-2
112' Jacob Johansson (Jógvan Elmarsson Ósa) 1-3

Les eisini: HB vann eftir tógvið stríð í Streymnesi

Í dag, hósdagin 9 mai
B36 - NSÍ 3-2 eftir longda leiktíð 2-2 eftir vanliga leiktíð
19' Zean Peetz Dalügge (Jann Julin Benjaminsen) 1-0
45' Marius Kryger Lindh (Jann Julin Benjaminsen 2-0
54' Klæmint Andrasson Olsen 2-1
90 (+6)' Klæmint Andrasson Olsen (Aron Knudsen) 2-2
104' Marius Kryger Lindh (Gutti Dahl-Olsen)

Les eisini: B36 vann seg víðari eftir longda leiktíð

TB - B68 6-5 eftir brotssparkskapping 1-1 eftir longda leiktíð
48' Hanus Højgaard 0-1
79' Nikolei Johannesen (Torkil Úlvur Jespersen Holm) 1-1

Brotssparkskapping: 
Bartal Páll Klein 1-2
Nikolei Johannesen 2-2
Sebastian Lau Nielsen 2-3
Olivur René Thomsen 3-3
Anders Tønnesen bjargar
Anders Tønnesen 4-3
Ragnar Samuelsen 4-4
Einar Thorsteinsson 5-4
Áki Johannesen 4-4
Gilli Rólantsson Sørensen 5-4

Les eisini: TB varpaði B68 úr steypakappingini

Í gjár, mikudagin 8 mai
Víkingur - AB 3-0 eftir longda leiktíð - 0-0 eftir longda leiktíð
100' Arnbjørn Svensson (Geza David Turi)
108' Rani Hansen (Arnbjørn Svensson)
114' Rani Hansen (Árni Nóa Atlason)

Les eisini: Víkingur vann seg víðari eftir longda leiktíð

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder