Fótbóltur

Jann: - Hava ikki avrikað sum vit skulu

B36-liðformaðurin legði upp til tvey mál og var lættur um sigurin á NSÍ eftir longda leiktíð - snúði seg bert um at koma víðari í dag, sigur Jann Benjaminsen, sum ásannar, at tíðarskeiðið er trupult.

- Hetta merkir sjálvandi øðiliga nógv fyri okkum. Vit hava havt eitt trupult tíðarskeið. Seinast móti HB føldu vit, at vit burdu vunnið, men fingu einki burturúr. Í dag snúði tað seg bert um at koma víðari – vit løgdu ikki so nógv í, hvussu tað sá út, sigur vongbakkurin við Portalin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Hetta merkir sjálvandi øðiliga nógv fyri okkum. Vit hava havt eitt trupult tíðarskeið. Seinast móti HB føldu vit, at vit burdu vunnið, men fingu einki burturúr. Í dag snúði tað seg bert um at koma víðari – vit løgdu ikki so nógv í, hvussu tað sá út, sigur vongbakkurin við Portalin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-09 22:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 vann seinnapartin 3-2 í sólini í Gundadali. NSÍ var á vitjan í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Nógv stóð á, tí hóast B36 var á odda 2-0 í steðginum og á odda 2-1, tá 94 minuttir vóru spældir, so varð neyðugt við longdari leiktíð.

Les meira um dystin: B36 vann seg víðari eftir longda leikíð

Tað var ein lættur B36-liðformaður, sum Portalurin fekk orð á undir B36-húsinum eftir dystin. Vit spurdu hann fyrst, um sigurin ikki merkti meira enn "bara" eitt hálvfinalupláss nú liðið hevur vunnið lítið í seinastuni:

- Hetta merkir sjálvandi øðiliga nógv fyri okkum. Vit hava havt eitt trupult tíðarskeið. Seinast móti HB føldu vit, at vit burdu vunnið men fingu einki burturúr. Í dag snúði tað seg bert um at koma víðari – vit løgdu ikki so nógv í, hvussu tað sá út.

Tað sá gott út í 1. hálvleiki, har B36 tyktiskt hava fult tamarhald á NSÍ og dystinum. Fyrrverandi NSÍ'arin er samdur í hesum og tískil ónøgdur við, hvussu dysturin háttaði seg í 2. hálvleiki. Tað sinnisliga spælir inn í støðuni, sigur Jann Benjaminsen.

- Vit ynskja at varðveita dystarmyndina og spælið frá 1. hálvleiki, men tá man er í truplum tíðarskeiði, situr tað í bakhøvdinum, at man ikki hevur fingið úrslit. Kanska man ikki torir so væl, sum man burdi. Eg haldi til dømis, at tað fyrra málið hjá NSÍ er alt ov lætt, og so fáa teir viðrák (momentum). Iðra eisini okkum um at vit gera eitt býtt fríspark í síðsta minutti, sum kostar.

27-ára gamli vongbakkurin kundi fegnast, eftir at Marius Kryger Lindh í longdu leiktíðini skoraði sítt seinna mál í dystinum. 3-2 og hesaferð helt B36 fast, hóast NSÍ hótti. Jann var sjálvur við í øllum trimum B36-málunum - man verður noyddur at hugsavna seg um avrik og at betra um tey, sigur hann at enda við Portalin:

- Í B36 hevur man síni mál, men vit hava hugsavnað okkum um at avrika tað, sum vit skulu á vøllinum. Tað hava vit ikki gjørt seinastu tíðina. Móti HB seinast sá tað tó betri út, og í dag koma vit so víðari. Nakað sum vit skullu byggja á og arbeiða hart.

Í landskappingini er B36 fýra stig aftanfyri júst NSÍ og á 6. plássi við 11 stigum. Hetta fyri átta umfør. 13 stig eru upp til Víking á 1. plássi. Mánakvøldið tekur B36 ímóti EB/Streymi.

Fjórðingsfinala í kappingini um Løgmanssteypið

Í dag, hósdagin 9 mai
B36 - NSÍ 3-2 eftir longda leiktíð 2-2 eftir vanliga leiktíð
19' Zean Peetz Dalügge (Jann Julin Benjaminsen) 1-0
45' Marius Kryger Lindh (Jann Julin Benjaminsen 2-0
54' Klæmint Andrasson Olsen 2-1
90 (+6)' Klæmint Andrasson Olsen (Aron Knudsen) 2-2
104' Marius Kryger Lindh (Gutti Dahl-Olsen)

Sí meira um dystin her
Les meira HER.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder