Fótbóltur

Serbia hóttir við at taka seg úr endaspælinum

- Drep ein serba. Hesi rópini frá albanum og kroatum undir dystinum í Hamburg í gjár hava vakt vreiði í Serbia. Fótbóltssambandið har krevur, at UEFA revsar Albania og Kroatia.

Albansku fjeppararnir hava gjørt, at fótbóltssambandið í landinum hevur fingið nakrar bøtur undir EM. At tað er spent støða millum albanar og serbast kom til sjóndar undir dystinum Albania - Kroatia í gjár (Mynd: EPA)

Albansku fjeppararnir hava gjørt, at fótbóltssambandið í landinum hevur fingið nakrar bøtur undir EM. At tað er spent støða millum albanar og serbast kom til sjóndar undir dystinum Albania - Kroatia í gjár (Mynd: EPA)

2024-06-20 12:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

"Drep, drep, drep, drep ein serba".

Tað er ikki løgið, at hesi rópini hava vakt vreiði í Serbia. Tey fóru fram á áskoðaraplássinum undir EM-dystinum millum Albania og Kroatia í gjár (2-2), og vóru tey púra týðilig fyri tey, sum skilja málini á Balkan.

Tað kann hoyrast á tv2.dk.

Tey geva eisini mynd av spentu støðuni, sum í ávísan mun framvegis er millum ymisku fólkasløgini, ið eru úr gamla Jugoslavia.

[object Object]
Kroatiskir og albanskir áskoðarar stóðu saman um ógvusligu rópini (Mynd: EPA)

Serliga albanar og "kosovo-albanar" hava ikki dult sína støðu mótvegis serbum, sum millum annað verða skýrdir at vera harðrendir.

Tað gongur eisini hinvegin. Illvilji er, og serbar hava eisini sungið um at dripið albanar. Mest kenda dømi er EM-undankappingadysturin landanna millum í 2016, sum varð støðgaður av órógv: Við fløggum, fýrverki, óviðkomandi fólki av vøllinum og stórum roki. 

At greiða frá øllum spenningunum millum serbar og albanar og londini á Balkan sum heild hevði tikið eina góða løtu. Men støðan millum albanar og serbar í dag hevur partvíst sínar røtur til Kosovo-kríggið.

Serbia viðurkennir ikki Kosovo, har stórur meiriluti av fólkinum er uppruna albanar. Í fótbóltshøpi kunnu londini ikki spæla hvør ímóti øðrum. Undir EM-endaspælinum hava summir serbiskir áskoðarar gjørt vart við seg á keðiligan hátt: Stuðulssangir til Vladimir Putin hava verið at hoyrt, og bardagar við enskar áskoðarar vóru í gøtunum undan dystinum sunndagin

[object Object]
Serbiskir áskoðarar í Týsklandi. Nógvir sita ikki væl um sátt við fjepparar hjá Kroatia og serliga Albania (Mynd: EPA)

Krevja revsing

At Serbia fer at taka seg úr EM er ógvuliga ósannlíkt. Ein hóttan um tað er tó komin, orsakað av ógvusligu rópunum í gjár, og tað sigur eitt sindur um spentu støðuna.

Tað er aðalskrivarin í serbiska fótbóltssambandinum, Jovan Šurbatović, sum sambært RTS í Serbia, hevur borið hetta fram. Hann krevur, at UEFA revsar albanska og kroatiska fótbóltssambandið.

Albania hevur longu fingið fleiri bøtur fyri millum annað ólógligt fýrverk og órógv millum áskoðarar. Eitt fjølmiðlafólk úr Kosovo hevur mist sítt fjølmiðlakort, og harvið atgongd til dystir, tí hann gjørdi albanska ørn-teknið mótvegis serbisku áskoðarum í sambandi við Serbia-Ongland dystin. 

Hetta teknið verður sæð sum ógvuliga ertandi av serbum, og Xerdan Shaqiri og Granit Xhaka hjá Sveis, sum báðir hava røtur úr Albania, gjørdi tað eftir mál móti Serbia í HM 2018. Hetta elvdi til rok og revsing. Fjølmiðlafólkið Arlind Sadiku sigur við The Guardian, at mongu serbisku áskoðarnir beint við hann høvdu sungið niðrandi um Kosovo, áðrenn hann "vísti ørnina". Hann sigur eisini, at eftir sína eru nógvar deyðshóttanir komnar.

Serbia og Slovenia spæla klokkan 14 í dag.

EM 2024 - 2. umfar í bólkaspælinum
Í dag, hósdagin 20. juni
14.00: Slovenia - Serbia
17.00: Danmark - Ongland

Bólkur C:
1. Ongland 3 stig
2. Danmark 1 stig
3. Slovenia 1 stig
4. Serbia 0 stig

20.00: Italia - Spania

Bólkur B:
1. Spania 3 stig *
2. Italia 3 stig *
3. Albania 1 stig
4. Kroatia 1 stig

Ein dyst færri

Mikudagin 19. juni (í gjár)
Albania - Kroatia 2-2 (1-0)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder