Annað

Signhild kappaðist í 100 metrar ryggsvimjing

Svimjarin megnaði ikki heilt at halda støðið frá leygardegnum.

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-08-06 16:58 Author image
Ari av Rana
placeholder

Signhild Joensen umboðar saman við Alva Hjelm Føroyar til EM í svimjing í Glasgow hesar dagarnar. Signhild svam leygardagin 50 metrar ryggsvimjing, har hon bæði setti persónligt og føroyskt met.

Í morgun var 100 metrar rygg á skránni, men hesaferð gekk ikki eins væl og leygardagin. Signhild svam teinin við tíðini 1:03.30. Hetta er eitt sindur frá hennara bestu tíð, sum er 1:03.01. Langt frá var tað tó ikki, tí at hetta er hennara triðja besta tíð á teininum, skrivar svimjing.com á Facebook.

Nú eru bert tvær kappingar eftir hjá føroysku svimjarunum. Mikudagin svimur Signhild 200 metrar rygg, meðan Alvi Hjelm skal svimja 400 metrar blandað hósdagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder