Oyggjaleikir 2019

Silvur til Rebekku Fuglø

Rann Føroyar til silvur í 1500 metrum.

Rebekka Fuglø (Mynd: Sverri Egholm)

Rebekka Fuglø (Mynd: Sverri Egholm)

2019-07-09 19:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Rebekka Fuglø tryggjaði í kvøld Føroyum eitt silvurheiðursmerki í 1500 metrum renning.

Rebekka og Rachael Franklin frá Isle of Man drógu frá hinum beinanvegin, og hildu munin heilt til síðsta umfarið. Tá fór Rachael Franklin spakuliga frá Rebekku Fuglø, og vann púra trygt.

Tíðin hjá Rebekku bleiv 4:37.45.

Eitt annað pláss var umleið tað sum var væntað undan kappingini í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder