Fótbóltssambandi ger við nýggjum videobroti vart við lætta atkomu á Tórsvølli í koyristóli.
Kaj Leo Holm Johannesen er í videobrotinum farin til landsdyst, og brúkar teir hentleikar sum eru á Tórsvølli.
Til ber at koyra til dyrnar á eystursíðuni, har tað eisini er upplýst P-øki til rørslutarnað. Tó er neyðugt at hava góðkent parkaringskort fyri persónar við avlami.
Á eystursíðuni verða inngongdirnar B og C nýttar, og eru trý vesi til rørslutarnað tøk á hesi hæddini.
Til ávísar dystir, har krøvini eru herd, verður víst til parkering við suðurendan, har tað í slíkum førum er upplýst P-øki til rørslutarnað. Lyfta er í bygninginum upp til inngongd B og C.
Vitjandi, sum hava atgongmerki til VIP økið, brúka inngongd J, har lyfta eisini er tøk, umframt vesi til rørslutarnað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald