Fótbóltur

Skansin letur 50.000 krónur til Javna

Umframt tær 26.000 sum skotska fjepparafelagið The Tartan Army hevur latið Javna, hevur innsavningin hjá Skansanum givið 50.000 krónur.

2021-10-12 18:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Skotska fjepparafelagið The Tartan Army hevur latið 3.000 pund ella 26.000 danskar krónur til Javna fyri at gera Grasagarð betri atkomuligan fyri øll.

Føroyska fjepparafelagið Skansin hevur eisini havt eina innsavning, og hevur savnað heilar 50.000 krónur, sum fara óskerdar til Javna.

Sostatt eru 76.000 krónur komnar inn í kassan hjá Javna í dag til vælgerandi endamál.

Fjepparafeløgini brustu seinnapartin saman á Ovara vølli, og har vunnu skotar trygt 8-1.

Sí eisini: Myndir: Skansin og Tartan Army brustu saman

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder