Fótbóltur

Skelkur: Saudiarabia sigraði móti Argentina

Messi legði Argentina á odda í 10. minutti, men Saudiarabia svaraði aftur við tveimum málum stutt eftir steðgin. Talan var um fyrsta ósigur hjá meistarunum úr Suðuramerika í yvir trý ár, og nú er av álvara trýst á.

Eftir seinasta bríksl: Messi og Argentina spældu fyri tað mesta uttan hugflog og góðsku í dag (Mynd: EPA)

Eftir seinasta bríksl: Messi og Argentina spældu fyri tað mesta uttan hugflog og góðsku í dag (Mynd: EPA)

2022-11-22 12:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

29. juni í 1994 spældi Saudiarbia seg víðari til áttandapartsfinalurnar í HM-endaspælinum í USA. Hetta var tá avgjørt størsta úrslit í fótbóltssøgu landsins. Í dag hevur landið á ymsan hátt fingið eitt uppaftur størri úrslit - fyrsti ítróttarligi skelkur í hesum endaspælinum er veruleiki.

Stórfavorittarnir Argentina løgdu seg annars sum væntað á odda. Tað var Lionel Messi, ið skoraði við brotssparki. Restina av hálvleiki hendi lítið og einki, men tað var greitt, at Saudiarabia var rímiliga væl við og fekk hildið gott tamarhald Argentina.

Tað var eingin ivi um, hvat lið kom betri út til seinna hálvleik: Teir í grønum skoraðu tvær ferðir innan teir fyrstu tíggju minuttirnar. Fyrst javnaði Saleh Al Shehri, og fimm minuttir seinni fekk Salem Al Dawsari fatur á bótinum til høgru í brotsteignum. Hann flutti bóltin yvir til høgra beinið, og helt samstundis mótstøðuleikarunum burtur, og síðani sendi Al Dawsari bóltin upp í longra málhornið. Báðir málskjúttarnir spæla til dagliga við Al-Hilal úr saudiarabisku deildini.

[object Object]

[object Object]Eyðsýndi liðformaðurin Al Dawsari hevur skorað eitt frálíkt mál til 2-1

[object Object]
Teir mongu áskoðararnir úr Saudiarabia hava ein minniligan dag (Myndir: EPA)

Spælararnir hjá Argentina, úr teimum stóru evreopisku deildunum, megnaðu ikki at svara aftur. Meistararnir úr Suðuramerika manglaðu hugflog og ferð og vóru als ikki skarpir á síðsta triðinginum. Messi og hinir skapur fáar upplagdar málmøguleikar teir næstu 37 minuttirnar, umframt teir 13 ið samanlagt vórðu lagdir afturat eftir nógvar steðgir.

Saudiarabia stóð sera væl ímóti, og liðið hjá Hervé Renard stríddist fyrimyndarliga væl fyri at halda søguliga sigrinum. Tað eydnaðist, og nú er bólkur C víðopin. Argentina fer at vera fyri nógvum atfinningum og skal av álvara reisa seg móti Mekskio leygardagin. Áðrenn ósigurin í dag hevði Argentina ikki tapt í 36 dystir - síðani summarið 2019.


Bólkur C: 
Í dag, týsdagin 22. november

Argentina - Saudiarabia 1-2 (0-1)

16.00: Meksiko - Pólland 


Hinir dystirnir í dag: 


Bólkur D: 

13.00: Danmark - Tunesia 

19.00: Frakland - Avstralia





placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder