Fótbóltur

Skotland er stórfavorittur á Tórsvølli

Stig til Føroyar gevur peningin meira enn fimm ferðir aftur hjá flestu veddingarfyritøkunum.

John McGinn skoraði tvær ferðir í 4-0 dystinum á Hampden Park fyrr í ár (Mynd: EPA)

John McGinn skoraði tvær ferðir í 4-0 dystinum á Hampden Park fyrr í ár (Mynd: EPA)

2021-10-12 17:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skotar kunnu í kvøld taka eitt stórt fet móti play-off plássi í HM-undankappingini. Til tess krevst ein sigur á Tórsvølli, har Skotland eisini er stórfavorittur.

Oddsini uppá skotskan sigur liggja á umleið 1,25 hjá flestu av teimum stóru veddingarfyritøkunum, og hetta er lágt, tá hugsað verður um, at takan er um eitt útilið.

Ein javnleikur gevur peningin upp til seks ferðir, og hjá summum yvir seks ferðir, aftur, meðan tað liggur milum odds odds 13 og 18 á føroyskan sigur.

Føroyar taptu 4-0 í Skotlandi í mars, men tvær ferðir áður er tað eydnast at fáa stig móti skotum á heimavølli. 

Bólkur F - støðan eftir seks umfør
1. Danmark 21 stig
2. Skotland 14 stig
3. Ísrael 10 stig
4. Eysturríki 10 stig
5. Føroyar 4 stig
6. Moldova 1 stig




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder