Fótbóltur

Skúlafótbóltur í Vági í dag

22 lið og 220 næmingar úr miðnáms- og háskúlaflokkunum kring landið dystast í Marghøllini í dag.

(Mynd: Suðurrás)

(Mynd: Suðurrás)

2019-11-27 10:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag leggja miðnáms- og háskúlaflokkar leiðina til Vágs til Skúlafótbólt, har ymisku skúlarnir skulu kappast ímóti hvørjum øðrum. Hjá dreingjum eru tveir bólkar við dreingjum, ein við gentum og ein bólkur har tað er blandað.

Suðurrás skrivar, at áhugin hjá miðnáms- og háskúlaflokkunum er væl størri enn í fjør. 220 næmingar á 22 liðum kappast í dag í Marghøllini í Vági, og byrjað verður klokkan 11.30.

Her sæst skráin og luttakandi liðini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder