Um vikuskiftið skulu 16 føroyskir rógvarar stríðast í innleiðandi umførunum í heimsmeistarakappingini.
Hetta verður gjørt á maskinum á Kambsdali. Róðrarsamband Føroya boðar frá, at bæði innleiðandi kappingarnar og sjálvar HM-finalurnar, sum verður síðsta vikuskifti í mars, verða talgildar. Tað vil siga, at føroysku rógvararnir kappast yvir alnótina á maskinunum.
Innleiðandi umførini verða rógvin í ítróttahøllini á Kambsdali. Finalurnar, vikuskiftið eftir, verða í fimleikahøllini í Fuglafjarðar skúla.
Vanliga standa føroysku rógvararnir seg væl í heimsmeistarakappingunum. Hesaferð eru teinarnir øðrvísi: 1 minuttur, á 1.000 metrum og á 5.000 metrum. Siðbundnu kappingarnar vóru á 2.000 metrum.
- Hetta setur heilt onnur krøv til rógvararnar. Taktikkurin, sum vanliga verður brúktur á 2000 metrum, kann ikki beinleiðis flytast yvir á hesar teinar. Hetta krevur bæði nýggja disponering, mentala styrki og evni at leggja orkuna rætt til rættan tein. Tað er ymiskt hvussu nógvar og hvørjar teinar úttiknu íkararnir skulu rógva, summi 1. tein, nøkur 2. teinar og ein íkarið er úttikin at rógva allar 3. teinar, skrivar innirodur.rsf.fo.
Tey, sum hava fingið landsliðsboð, eru hesi:
U17
Vár í Húsinum
Kristvør K. Clementsen
17–18 ár
Poula Christiansen
Nóa Rúnason
Milan Guðjónsson
Pauli Joensen
Tóri Zachariasen
23–39 ár
Vár G. Hansen
Kristina Roest
Símun Heinesen
Hans José Poulsen
23–39 ár (LW)
Sarita K. Hansen
40–44 ár
Kristjan Madsen
45–49 ár
Jón Nónklett
Jóhanna av Steinum
55–59 ár
Jóna Danielsen
- Úttøkan fevnir um ymiskar aldursbólkar, og er eitt greitt tekin um breiddina og styrkina í føroyskum inniróðri, skrivar Róðrarsamband Føroya
Byrjað verður leygardagin 21. februar klokkan 11.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald