Í síðstu EM-undankapping spældu Føroyar útidystin móti Ukraina í Týsklandi - hetta vegna russiska álopið á Ukraina.
Smá tvey ár síðani er støðan tíverri ikki øðrvísi. Fyri ukrainska hondbóltssamabandið merkir hetta millum annað, at man noyðist at finna nýggjan heimavøll.
Tað gekk heldur striltið til 2. umfar í undankappingini til EM 2026. Sum skilst var eina løtu uppá tal, at Føroyar skuldu hýsa hesum dystinum - sjálvt um Føroyar standa sum útilið.
Nú er tó greitt at EM-undankappingardysturin millum Ukraina og Føroyar, sunnudagin 10. november, verður leiktur í Vilnius í Litava
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald