Hondbóltur

Skulu vinna bólkin ella enda nummar tvey fyri at koma víðari

Føroyar spæla tríggjar HM-undankappingardystir næstu tríggjar dagarnar. Lukesemborg, Italia og Lettland eru á ymsan hátt kend mótstøðulið - helst er neyðugt við minst fýra stigum.

2022-01-13 12:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í annaðkvøld fer fyrsti, men vónandi ikki einasti, partur av undankappingini til HM 2023 í gongd hjá føroysku monnunum. 

Lutakastið háttaði seg soleiðis, at Føroyar fingu rættin at hýsa fýra-landa bólkinum, og hesum tók Hondbóltssamband Føroya av. Greitt er, at 400 atgongumerki eru seld til dystirnar, umframt at stuðlar sleppa inn. Harvið verður Høllin á Hálsi ikki fullsett ella heilt nær við tað, og tað er vegna almennu tilmælini.

Les eisini: Selja ikki fleiri atgongumerki

Tó kunnu føroysku leikararnir rokna við góðum stuðli hesar dagarnar, har tríggir rímiliga javnir dystir eru í væntu. Føroyska A-landsliðið við monnum hevur spælt ímóti øllum teimum trimum seinastu árini í, á ymsan hátt, minniligum dystum.

Luksemborg: Fyri tveimum árum árum síðani var lítla landið í Miðevropa vertur fyri líknandi undankappingarbólki. Føroyar taptu fryst greitt móti Litava, síðani við bert einum máli fyri Slovakia, áðrenn tað bragdaði móti vertunum í síðsta dystinum. Harvið komu Føroyar ikki víðari, men tað eyndaðist at vinna tann fyrsta undnkappingardystin nakrantíð á A-landsliðsstøði hjá monnum, síðani farið var yvir til tí skipanina. Fleiri broytingar eru í føroyska hópinum í mun til tá. Føroyar eru, sambært veddingarfyritøkum, greiðir favorittar at vinna í morgin. Sigurin í Luksemborg í 2020 var við tveimum málum.

[object Object]
Portalurin var við í Luksemborg - her síggjast Brandur Halgirsson og Peter Krogh í verjustøðu í 24-22 sigrinum. Brandur er tíverri ikki tøkur hesuferð (Mynd: Sverri Egholm)

Italia: Í 2018 var tað Italia, ið var vertur, tá føroysku menninir fyri fyrstu ferð luttóku í slíkari HM-undankapping. Eftir ósigrar við átta málum móti bæði Ukraina og Rumenia var væntað, at Føroyar í seinasta dystinum - tí triðja uppá tríggjar dagar - fór at íhvussu er bjóða meira av, men italsku vertirnir vunnu við heili ellivu málum. Tað er nógv hent í føroyskum hondbólti seinastu fýra árini, men italskur hondbóltur hevur eisini tikið fet frameftir, so tað er eingin ivi um, at uppgávan leygarkvøld verður torfør.

Lettlandi: Ein gamal kenningur frá einum avgerandi dysti. Tað eru góð sannlíkindi fyri, at uppgerðin móti lettum sunnudagin verður avgerandi. Tá skal føroyska liðið upp í móti risanum Dainis Kristopans. Maðurin er 2,15 metrar, vigar yvir 130 kilo og spælir til dagliga við franska stórfelagnum PSG. Í 2019 var hann ein einmasherur í avgerandi dystunum, tá Vardar úr Norðurmakedónia vann Champions League. Lettland var til EM-endaspælið í 2020, har liðið tapti allar dystirnar - tó bert við einum móti Týsklandi. Kristopans varð toppskjútti hjá liðnum í øllum dystunum.

Í 2015 var Lettland við til fyrstu EHF Emerging Nations Championshp - kapping fyri menningarlond í hondbólti. Liðið kom í finaluna, men gjørdist har ov stutt móti Føroyum, ið vann kappingina í 2017 eisini. Áki Egilsnes, Allan Norðberg, Kjartan Johansen og Rókur Akralíð eru eftir frá tí føroyska hópinum.

Liðini, sum enda nummar eitt og tvey í bólkinum fara víðari til play-off dystir móti hægri styrkismettum liðum. Harvið kunnu tveir sigrar vera nóg mikið fyri føroyska liðið.

Undankappingin til HM 2023 - 1. umfar
Høllin á Hálsi, 14. - 16. januar 2022

Fríggjadagin 14. januar 
19.30: Føroyar - Luksemborg
(17.00: Lettland - Italia)

Leygardagin 15. januar
19.30: Føroyar - Italia
(17.00: Luksemborg - Lettland)

- Hendan seinnapartin spæla kvinnurnar hjá H71 seinnu áttandapartsfinaluna í EHF Europa Cup-kappingini móti serbiska Nis. Dysturin verður í Høllini á Hálsi klokkan 14.

Sunnudagin 16. januar
18.00: Føroyar - Lettland
(15.30: Italia - Luksemborg)


Føroyski hópurin til fyrsta dystin: 

Málverjar: 
Nicholas Satchwell, KA (ÍSL)
Pauli Jacobsen, H71

Vinstru vengur:
Sjúrður Olsen, Tønder (DAN)
Rói Berg Hansen, HØJ (DAN)

Høgru vengur: 
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus (DAN)
Nicklas Bertram Selvig, KÍF

Strikur:
Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger (NOR)
Teis Horn Rasmussen, Tønder (DEN)
Rókur Akralíð, HC Odense (DEN)

Bakkar: 
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger (NOR)
Tróndur Mikkelsen, Viking Stavanger (NOR)
Vilhelm Poulsen, Fram (ÍSL)
Áki Egilsnes, EHV AUE (TÝS)
Pauli Mittún, H71
Peter Krogh, H71
Filip Jojic, VÍF


Hesir seks eru í fyrstu syftu uttanfyri men kunnu skiftast inn í hópin:
Tórður Skorðheim Guttesen, Kyndil
Leivur Mortensen, Odder (DEN)
Allan Norðberg, KA (ÍSL)
Pætur Mikkjalsson, KA (ÍSL)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, Sävehof (SVØ)
Kjartan Johansen, Önnreds, (SVØ)

Tvær skiftingar kunnu gerast millum hvønn dyst

Les eisini: Elias og Kjartan verða ikki við í fyrsta dystinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder