Fótbóltur

Soleiðis leika tey seinastu 32 liðini í Europa League í februar

Millum onnur eru United, Arsenal, Roma, Inter, Sevilla og Ajax við í stríðnum um steypið, og fyri serliga tey ensku liðini er hetta ein vegur í Champions League komandi ár. FCK skal dystast við Celtic.

Solskjær og United fingu belgiska mótsstøðu í Europa League (Mynd: EPA)

Solskjær og United fingu belgiska mótsstøðu í Europa League (Mynd: EPA)

2019-12-16 14:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eina løtu eftir at lutakastið til áttandapartsfinalurnar í Champions League var av í Nyon í Sveis, var lutakast um, hvussu spælast skal í 1/16 finalunum í Europa League.

Tað háttaði seg á hendan hátt:  

FCK - Celtic
Getafe - Ajax
Cluj - Sevilla
Olympiakos - Arsenal 
Wolves - Espanyol 
Club Brugge - Manchester United
Ludogorets - Inter
Roma - Gent
Rangers - Braga 
Wolfsburg - Malmö
Shakhtar - Benfica
Frankfurt - Salzburg
Leverkusen - Porto
Sporting - Istanbul Basaksehir
AZ Alkmaar - LASK
APOEL - Basel

32 lið - tvífalt so nógv sum eru eftir í Champions League nú, eru eftir í Europa League. Harvið er vegurin til finaluna í Gdansk síðst í mai langur. 

Liðini leika fyrra dystin 20. februar og seinna dystin 27. februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder