Annað

Soleiðis sær liðið hjá B36 út

Jákup á Borg hevur sett navn á teir leikararnir, ið skulu royna at basa St Joseph's í Gundadali í kvøld.

18-ára gamli Ròi Mørk Hentze verjir málið hjá B36 í kvøld
(Savnsmynd)

18-ára gamli Ròi Mørk Hentze verjir málið hjá B36 í kvøld (Savnsmynd)

2018-06-28 18:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um eina lítla løtu er fyrsta bríksl í Evropa League-dystinum í Gundadali ímillum B36 og St Joseph's. 

B36 stillar upp á hendan hátt(allarhelst er talan um 4-2-3-1 uppstilling):

Rói M. Hentze - Andrias Eriksen, Robert Heðin Brockie, Odmar Færø(L), Alex Mellemgaard - Eli F. Nielsen, Erlendur Mangusson - Benjamin Heinesen, Lukasz Cieslewicz, Meinhard E. Olsen - Kaimar Saag

Mest merkjuvert er, at Rói Mørk Hetze, og ikki Trygvi Askham, er málverji hjá B36 í kvøld. Trygvi fekk ein snudd fyri stuttum, og er ikki nóg klárur at spæla í kvøld. Hetta er fyrsti evropeiski dysturin hjá 18-ára gamla málverjanum.

Hesir manna bonkin hjá B36: 

Trygvi Askham, Hannes Agnarsson, Hugin Samuelsen, Bjarni Petersen, Gilli Samuelsen, Magnus Holm Jacobsen og Ragnar Samuelsen.

Á liðnum hjá St Joseph's er ikki nakað navn, ið fær klokkurnar at ringja hjá teimum flestu. 

Á Malta spæla KÍ og Birkirkara. Har er hálvleikur, og støðan er 0-0.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder