Fótbóltur

Soleiðis stilla skotar upp á Tórsvølli

Leikarar úr Aston Villa, Arsenal, Liverpool, Newcastle og Manchester United eru millum teir fyrstu ellivu hjá skotum. Bert málverjin, royndi Craig Gordon, spælir til dagliga í Skotlandi.

Andy Robertson sum dagliga spælir við Liverpool, er liðformaður hjá Skotlandi (Savnsmynd: EPA)

Andy Robertson sum dagliga spælir við Liverpool, er liðformaður hjá Skotlandi (Savnsmynd: EPA)

2021-10-12 19:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í skotsku byrjanaruppstillingini eru sjey leikarar, ið til dagliga spæla í Premier League.

Talan er um leikarar úr Aston Villa, Arsenal, Liverpool, Newcastle og Manchester United og so tveir, sum umboða uppflytararnar Norwich, harav tann eini - sentrali miðvallarleikarin Billy Gilmour - er leigaður úr Chelsea.

Ein í verjuketuni spælir í belgiskum fótbólti, og áleypararnir spæla til dagliga í næstbestu ensku deilini.

Tað er bert 38-ára gamli málverjin, ið til dagliga spælir í bestu skotsku deildini.

Craig Gordon (Hearts) - Jack Hendry (Club Brugge), Grant Hanley (Norwich), Kieran Tierney (Arsenal) - Ryan Fraser (Newcastle), Scott McTominay (Manchester United), Billy Gilmour (Norwich) - John McGinn (Aston Villa) - Ryan Christie (Bournemouth), Lyndon Dykes (Queens Park Rangers)

Føroyar (5-4-1/3-4-3): Teitur Matras Gestsson - Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen - Hallur Hansson (L), Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Ári Mohr Jónsson - Jóan Símun Edmundsson

Les eisini: Spæla við trimum miðverjum móti Skotlandi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder