Hondbóltur

Sonni lovar yvirraskilsir

Vil tó ikki avdúka hvat tað óvæntað er, vit skulu rokna við.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2018-10-27 14:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vit ynskja at vera eitt lið, sum kemur við onkrum óvæntaðum – við yvirraskilsum. Tað fert tú eisini at síggja í dystinum í dag.

Soleiðis sigur Sonni Larsen ein tíma undan dystinum. Júst hvat tað óvæntaða er, heldur landsliðsvenjarin fyri seg sjálvan fyribils, men sigur tó somikið:

- Um vit fáa brotskast, so fert tú at síggja eitt av yvirraskulsunum. Tað verður tikið eitt sindur øðrvísi.

Annars er tíðin mest brúkt til taktiskar fyrireikingar har hugt hevur verið eftir og gitt um, hvat danska liðið fer at koma við.

Ein sannroynd er tað, at danski landsliðsvenjarin hevur skift út í hópinum, so Anders Zachariassen verður nýggjur strikuspælari í staðin fyri Alexander Lynggaard.

Teir eru ymiskir sum leikarar, og tað royna vit at fyrireika okkum uppá, sigur Sonni Larsen.

Føroyska liðið byrjar við Nicholas Satchwell í málinum. Byrjanaruppstillingin verður stórt sæð tann sama sum móti Montenegro við Kjartan Johansen, Niclas Selvig, Jónas G. Djurhuus, Helga Hoydal, Sjúrði Olsen og Róki Akralíð. Tað verður skift út millum álop og verju, so Rúni Vest Højgaard kemur at standa í verjuni.

Dysturin verður blástur ígongd klokkan 15.10 føroyska tíð, og verður at síggja í bæði Sjóvarpi Føroya og danska TV2.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder