20-ára gamli Mattias Hellisdal fær álít í Allsvenskan. Síðani langa landsliðsvindeygað, har havnarmaðurin á fyrsta sinni var á A-landsliðnum, er Mattias byrjaður inni í øllum dystunum hjá Västerås.
Liðið var eitt tíðarskeið av álvara í evropeiska stríðnum. Tað fer ikki at røkka til slíkt, men sum uppflytari hevur Västerås eitt flott kappingarár.
Eftir 3-0 sigurin í Degerfors í gjár, er føroyingafelagið á 6. plássi - frammanfyri millum annað Malmö FF, AIK Stockholm og IFK Göteborg.
Mattias Hellisdal spældi ein tíma og legði upp til 1-0 málið í 3-0 sigrinum. Hetta við hornasparksinnleggi.
Sí hæddarpunktini ovast - føroyingurin spælir við nummar 30 hjá teimum í grønum og svørtum
Mest sannlíkt verður Mattias Hellisdal aftur á listanum, tá Eyðun Klakstein tekur landsliðshópin út til dystirnar móti Slovakia (13. november) og Moldova (16. november).
Hinir báðir føroysku landsliðsspælararnir í bestu svensku deildini eru í niðurflytingarvanda. Hetta við verandi meistarunum Mjällby.
Áki Samuelsen og Martin Agnarsson spæla ógvuliga týðandi dyst í fimtseinasta umfari í kvøld: Klokkan 18 móti Örgryte, sum er næstniðast.
Mjällby hevur bert fýra stig niður til júst Örgryte - Degerfors liggur ímillum har, og tískil var gott fyri Mjällby, at Mattias Hellisdal og teir vunnu í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald