Níggju av teimum fyrstu tólv FM-heitunum í øldini endaðu í Gundadali. Síðani vunnu stóru feløgini har aftur trý á rað í árunum 2013-2015, og havnarfeløg vunnu 14 av teimum fyrstu 21 FM-heitunum á manssíðuni hesa øldina - tveir triðingar av teimum.
HB stóð fyri teimum flestu - níggju - og tveimum teimum seinastu av hesum (2018 og 2020). Hetta undir sterkum útlendskum venjarum, ávikaviskt Heimir Guðjónsson og Jens Berthel Askou. Eitt sannførandi FM í 2018 og greipuna í 2020. Men seinastu tíggju árini hevur Víkingur vunnið fleiri meistaraheiti enn HB: Eitt felag frá 2008 móti mest vinnandi felagnum í føroyskum fótbólti.
Síðani 2020 er tað eydnast hjá HB at enda á evropeiskum plássi og í topp-trý á hvørjum ári, men seinastu seks árini hevur felagið ikki verið við í FM-stríðnum hesa tíðina av árinum. Níggju stig upp til 1. plássi við kappingarlok er tað tættasta, ið HB hevur verið. Hetta er ikki nøktandi í HB, har ein rúgva av venjaraskifti millum annað hava sett sín dám á seinastu árini.
B36 hevur havt nøkur ógvuliga góð tíðarskeið í hesari øldini, og var ein sigur frá at vinna føroyameistaraheitið í 2019. Men síðani hevur man ikki verið nær námind. 2026 verður triðja árið á rað og tað fimta av teimm seinastu sjey, har B36 ikki vinnur sær evropeiskt pláss.
Felagið hevur ikki somu fíggjarligu styrki sum onnur í topp-fimm, men tað er merkisvert at síggja B36 so at siga fast liggja um tey 40 stigini.
Endapláss og stig hjá HB og B36 seinastu sejy kappingarárini - síðani síðsta havnarmeistaraheitið
HB:
2026: 3/4 (45-48 stig)
2025: 2 (64 stig) - 9 stig upp til 1. plássið
2024: 3 (59 stig)
2023: 3 (58 stig)
2022: 3 (55 stig)
2021: 2 (61 stig) - 9 stig upp til 1. plássið
2020: 1 (69 sti)
B36:
2026: 5/4 (39-42 stig)
2025: 5 (42 stig)
2024: 5 (41 stig)
2023: 4 (57 stig)
2022: 4 (38 stig)
2021: 5 (45 stig)
2020: 4 (59 stig)
Tøl: FaroeSoccer og FSF
Hetta er longsta tíðarskeið síðani 1991-1997, at hvørki HB ella B36 hava vunnið FM hjá monnum. Tá vann GÍ fýra ferðir, B68 einaferð og KÍ einaferð. HB vann í 1990 og B36 í 1997.
Øll FM-heitini seinastu seks árini eru farin til lið longuri norðuri og eysturi í landinum - tey flestu til KÍ sum millum annað hevur havt profilar við fortíð í júst B36 og HB.
Samanlagt kann sigast, at stóru feløgini í høvuðsstaðnum ikki longur veruliga kappast um FM. Tey kunnu ikki skerast yvir ein kamb - HB er nærri, men hóast nógv heiðursmerki umframt nøkur steypagull, hevur HB ikki megna at bjóða KÍ ella nøkrum av hinum av um gull. Hetta man vera ætlanin at broyta undir Mikkjali Thomassen.
Leygardagin spæla HB og B36 á Tórsvølli í seinasta umfari í Meistaradeildini. Einki veruligt er uppá spæl - HB kann tó tryggja enn eina bronsu við at fáa stig í grannauppgerðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald