Um nakar tímar fer Summarstevnuvalsurin at ljóma aftur, og tað merkir, at árarnar fara aftur á sjógv í kapping. Tann fyrsta av ársins sjey stevnum við kappróðri er sum vant Norðoyastevnan, og eftir fleiri mánaðir við harðari fyrirreiking skulu manningarnar royna seg í Klaksvík.
Sum vanligt verður byrja við barnaróðrunum, har heili 23 manningar eru. Sìðani eiga tey vaksnu tørn, og har er ymiskt, hvussu nógvir bátar eru við. 5-mannafør hjá bæði gentum og dreingjum hava 10 manningar, so tey í yngra endanum eru væl umboðaði.
Hjá 8-mannaførum eru bert tveir bátar við, men har verður spennandi at síggja teir ungu norðoyingar, harav teir flestu vóru við at vinna FM í 6-mannaførunum í fjør, bjóða argjamonnum av. Í seinasta róðrinum, hjá 10-mannaførum, eru tað suðuroyingar og tvær manningar í høvuðsstaðnum, ið stríðast um gullið.
Tilsamans eru 64 manningar við á Norðoyastevnu, Vit taka samanum allar róðrarnar. Kringvarpið vísur og sigur frá róðrunum. 
Barnaróður 5-mannafør gentur (kl. 13.30) 
3 – Fiskurin, Vágur 
4 – Tambar, Knørrur 
5 – Ørnin, Sandavágur 
6 – Hulda, Froðba 
7 – Sílið, Tórshavn 
8 – Rókurin, Miðvágur 
9 – Beinta, Miðvágur 
10 – Dúgvan, Sørvágur 
11 – Ingibjørg, Tórshavn 
12 – Títlingur, Tórshavn 
13 – Blikur, Argir 
14 – Karin, Klaksvík 
15 – Heykur, Hósvík 
Barnaróður 5-mannafør dreingir (kl. 14.10)
4 - Royndin Fríða, Vágur 
5 – Knúkur, Tindur 
6 – Fípan Fagra, Klaksvík 
7 – Falkur, Hósvík 
8 – Nísan, Hvalvík/Streymnes 
9 – Beinta, Miðvágur
10 – Dúgvan, Sørvágur 
11 – Ingibjørg, Tórshavn 
12 – Pílur, Knørrur 
13 – Fiskurin, Vágur
5-mannafør gentur (kl. 14.50)
4 – Kollur, Kollafjørður 
5 – Ørnin, Sandavágur 
6 – Drekin, Tórshavn 
7 – Báran, Hvalvík/Streymnes 
8 – Frúgvin, Miðvágur 
9 – Fenja, Fuglafjørður 
10 – Rókurin, Miðvágur 
11 – Sílið, Tórshavn 
12 – Firvaldur, Froðba 
13 – Blikur, Argir 
6-mannafør kvinnur (kl. 15.15)
7 – Smyril, Vágur 
8 – Sølmundur, Runavík 
9 – Fortuna, Vestmanna 
10 – Sundabáturin, Norðdepil/Hvannasund
5-mannafør dreingir (kl. 15.40)
4 – Heykur, Hósvík 
5 – Jallurin, Knørrur 
6 – Ørnin, Sandavágur 
7 – Firvaldur, Froðba 
8 – Sílið, Tórshavn 
9 – Tjaldrið, Runavík 
10 – Drekin, Tórshavn 
11 – Teistin, Argir 
12 – Karin, Klaksvík 
13 – Royndin Fríða, Vágur
6-mannafør menn (kl. 16.00)
6 – Herningur, Knørrur
7 – Gongurólvur, Tórshavn
8 – Riddarin, Miðvágur
9 – Strálan, Strendur 
10 – Hvessingur, Hvalvík/Streymnes
11 – Lómur, Argir 
12 – Jarnbardur, Knørrur
8-mannafør (kl. 16.20)
8 – Argjabáturin 
9 – Nevið Reyða, Klaksvík
5-mannafør kvinnur (kl. 16.40)
7 – Teistin, Argir
8 – Svanur, Skála 
9 – Erla Kongsdóttir, Fuglafjørður 
10 – Havfrúgvin, Vestmanna 
11 – Junkarin, Kvívík
10-mannafør (kl. 17.00)
8 – Havnarbáturin
9 – Suðuroyingur 
10 – Ormurin Langi, Knørrur
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald