Kappróður

Startskotið verður í dag: Kappróðrarsending á FM1 klokkan 17.15

Jan Hermann Hansen og Vár Guriardóttir Hansen vitja Petur Asbjørn Lervig, nú fyrsta stevnan nærkast í hvørjum. Sendingar vera hvønn týsdag til beint eftir ólavsøku.

Vár Guriardóttir Hansen er heimsmeistari í inniróðri, hevur sett heimsmet, hevur vunnið í føroyskum kappróðri og er næstforkvinna í Róðrarsambandi Føroya (Mynd: Sverri Egholm)

Vár Guriardóttir Hansen er heimsmeistari í inniróðri, hevur sett heimsmet, hevur vunnið í føroyskum kappróðri og er næstforkvinna í Róðrarsambandi Føroya (Mynd: Sverri Egholm)

2026-05-19 12:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nøkur Ódnartøk hava verið, og fyrireikingarnar hjá bátunum til FM-stevnurnar eru fult í gongd.

Á Portalinum og FM1 verður nógv gjørt burturúr: Myndir og annað verða frá stevunum, og hvønn týsdag klokkan 17.15 er kappróðrarsending á skránni á FM1.

Hetta frá í dag og til týsdagin eftir ólavsøku.

Petur Asbjørn Lervig verður vertur, og hann fer at hava ymiskar gestur.

Í fyrstu sendingini, sum verður eftir tíðindini í dag, vitja Jan Hermann Hansen og Vár Guriardóttir Hansen.

Jan Hermann Hansen hevur áður verið formaður í Róðrarsambandinum og havt ymiskar uppgávur í sambandi við kappróður.

Vár Guriardóttir Hansen er heimsmeistari í inniróðri, hevur sett heimsmet, hevur vunnið í føroyskum kappróðri og er næstforkvinna í Róðrarsambandi Føroya.

Lurta eftir FM1 her ella á frekvensunum kring landið.

Sendingin byrjar klokkan 17.15. Møguleiki verður eisini at hoyra hana seinni á fm1.fo og á Portalinum

[object Object]
Petur Asbjørn Lervig stílar fyri sendingini (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder