2026-11-11 18:51
29. oktober var nevndarval hjá Skála Ítróttarfelag, og nevndin hevur nú skipað seg.
Áðrenn fundin var greitt, at Jakob Lind Jacobsen, formaður, og Erland B. Danielsen ikki tóku við afturvali. Steinar A. Prestá er nýggjur formaður í felagnum.
Rókur V. Nilssen játtaði seg at taka enn eitt tak fyri felagið og koma inn í starvsnevndina. Starvsnevndin fekk heimild til at finna ein sætta starvsnevndarlim eftir fundin, og síðani hevur Dánjal Sørensen játtað at koma inn í starvsnevndina, skrivar felagið í tíðindaskrivi.
Nevndin hevur nú skipað seg soleiðis:
- Steinar A. Prestá, formaður
- Høgni Jensen, næstformaður
- Rókur V. Nilssen, kassameistari
- Rúni Niclassen, skrivari
- Sveinur Ellefsen, nevndarlimur
- Dánjal Sørensen, nevndarlimur
Tiltakslimir eru Ingibjørn Royðutoft og Eyvindur Jacobsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald