Summir komu til landið mánadagin, og A-landsliðið hevur havt tvær venjingar saman seinastu dagarnar. Nú gongur leiðin avstað aftur. Til Slovakia.
Myndir: Føroyingar, sum her nú koma saman
Sí eisini: Allir eru í Føroyum nú - Ási avloysir Ara
Í skrivandi stund er hópurin hjá føroyska manslandsliðnum ávegis vestur á flogvøllin í Vágum. Farið verður eftir ætlan við morgunflogfarinum til Keypmannahavn klokkan 8.20.
Eftir stutta bíðitíð í Kastrup gongur leiðin víðari: Eystur til Kosice, sum er næststørsti býur í Slovakia.
Har skulu Føroyar fríggjakvøldið klokkan 19.45 spæla í næstseinasta umfari í Nations League-bólkinum. Hetta móti Slovakia, sum var stórfavorittur áðrenn kappingina og nú er á gáttini at vinna bólkin. Einasti stigamissurin higartil hevur verið í Føroyum.
Føroyingar skulu aftur royna at vinna stig móti slovakum og seta seg í best gjørligu støðuna undan avgerandi dystinum móti Moldova mánadagin klokkan 15.
Eftir ætlan setur leiguflogfarið seg í Slovakia umleið klokkan 15 føroyska tíð. Síðani gongur leiðin á gistingarhúsið til mat og hvíld, áðrenn venjing er á skránni í kvøld. Ein langur dagur hjá føroyingunum er fyri framman.
Portalurin og FM1 eru við á ferðini og hava nógv tilfar næstu dagarnar
-------------------------------------------------------------------
Nations League Deild C, bólkur 3
5. umfar, fríggjadagin 13. november
19.45: Slovakia - Føroyar
(Moldova - Kasakstan)
6. umfar, mánadagin 16. november
15.00: Føroyar - Moldova - Ókeypis fyri føroyskar áskoðarar
(Kasakstan - Slovakia)
Støðan:
1. Slovakia 10 stig
--------------------
2. Føroyar 4 stig
-------------------
3. Moldova 4 stig
4. Kasakstan 4 stig
Eitt'arin flytir upp í B-deildina, meðan tvey'arin skal spæla røkkstøkkdystir um tað - heldur enn venjingardystir - í mars 2027. FM1 og Portalurin vera við á ferðini og dekka dystirnar, har Føroyar spæla um møguligt uppflytingarpláss, tætt
---------------------------------------------------------------------
Sendiskrá í Slovakia (FM1):
Hósdagin 12. november
Klokkan 11: Landsliðsradio úr Slovakia
Fríggjadagin 13. november
Klokkan 17.15: Fótbóltsskýlið
Klokkan 19.30: Slovakia - Føroyar
Trygvi Absalonsen hevur sendingar og sigur frá á staðnum - sum tann einasti
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald