Annað

Sterk talvkapping á Giljanesi

Í dag verður farið undir áttanda og næstsíðsta umfar í sterku talvkappingini Faroes Open í Vágum.

2018-07-13 15:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag verður farið undir áttanda og næstsíðsta umfar í sterku talvkappingini Faroes Open í Vágum. Hetta er triðja almenna kappingin av sínum slagi, sum talvfeløgini í Kollafirði og Sandavági skipa fyri. Undanfarnu árini hevur verið telvað í Kollafirði. 36 telvarar eru við í ár. Her er alt frá telvarum næstan í heimsflokki niður í nýbyrjarar í einum potti.

Sjey stórmeistarar og fimm altjóða meistarar eru við. Telvarin við hægsta styrkitalinum er enski stórmeistarin Gawain Jones (2670). Hann er fastur fúsur á enska OL-landsliðnum - er nummar fýra í Onglandi - og hevur meira enn hundrað ratingstig fleiri enn teir, sum hava næsthægstu styrkitølini. Og teir eru okkara egni Helgi Dam Ziska og russarin Maksim Vavulin, sum kortini ikki er vorðin stórmeistari enn. Báðir hava styrkitalið 2552.

Men eingin av hesum trimum er á odda í kappingini. Tað er tvørturímóti indiski stórmeistarin Srinath Narayanan (GM 2549), sum hevur luttikið trúliga í altjóða kappingum í Føroyum seinnu árini, bæði í Kollafirði og í Runavík. Hann hevur verið flúgvandi higartil í kappingini, og er við sínum seks stigum eitt heilt stig undan næstu kappingarneytunum.

Misjavnt hjá føroyingum

Flestu av fremstu føroysku telvarunum eru við á Giljanesi. Allir teir, sum mannaðu EM-landsliðið á Kreta í fjør heyst eru við: Helgi Dam Ziska, brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgård og John Arni Nilssen. 

Hjá Olaf Berg, Martin Poulsen og Carl Eli Samuelsen, sum skulu umboða Føroyar á OL í næstum, hevði henda kappingin ivaleyst verið eitt kærkomið høvi at brynja seg til talvolympiaduna, men eingin av teimum er við. Olaf Berg verður tó við í Politiken Cup í Danmark síðst í hesum mánaðinum.

Helgi, Høgni og Rógvi hava 4½ stig eftir sjey umfør, og eru á einum deildum fjórða plássið í røðini 4.-11. John Arni Nilssen, Hans Kristian Simonsen og Torkil hava 4 stig, og John Rødgård hevur 3½ stig. John hevur kortini vunnið á lettlendska stórmeistaranum Normunds Mieziz, sum í løtuni er nummar tvey í kappingini.

Helgi telvar yvirhøvur ógvuliga trygt, men hevur ávísar trupulleikar at skaka javnvágina í talvum móti veikari mótstøðumonnum. Sama hevur verið favorittinum Gawain Jones fyri.  Hann er ósigraður, men hevur telvað fýra remis, og er tí eitt stig aftanfyri oddamannin Narayanan. 

Í dag møtast Helgi og Gawain Jones - teir báðir hægstrataðu telvararnir í kappingini. Helgi og Gawain kennast væl, tí teir hava telvað saman á danska meistaraliðnum Philidor. Byrjað verður klokkan 13.00. Til ber at fylgja við beinleiðis hvussu leikur fer á øllum borðum. Leinki til kappingina er á heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com.

Seinasta umfar í Faroes Open er í morgin. Tá verður byrjað longu klokkan 10.00.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder