Hondbóltur

StÍF stríddist móti yvirveldinum í Serbia

Í løtum bjóðaði føroyska liðið av, men oddaliðið í serbisku deildini vann at enda við ellivu málum í fyrra European Cup-dystinum millum liðini. StÍF og Vojvodina spæla aftur sunnudagin.

StÍF-ferðalagið við fráferð í Føroyum - man visti, at talan varð um eina ógvuliga stóra uppgávu í Serbia (Mynd: StÍF)

StÍF-ferðalagið við fráferð í Føroyum - man visti, at talan varð um eina ógvuliga stóra uppgávu í Serbia (Mynd: StÍF)

2025-10-17 21:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

StÍF fekk eitt ógvuliga trupult lutakast, nú liðið aftur fór at royna seg í Europa Cup.

Liðið av Skálafjørðinum er í hesum døgum í Serbia. Oddaliðið í sterku deildini har bjóðaði føroyska felagnum ógvuliga góðar treytir, afturfyri at báðir dystirnir í 2. umfari í triðsterkastu evropeisku kappingini kundi spælast har.

StÍF hekk í, í løtum fyri steðgin, men samanlagt sást munurin millum nummar 1 í Serbia og nummar 4 í Føroyum. Nøkur mistøk og brendir møguleikar kostaðu, so tað ikki gjørdist 

Hetta var tó ein spennandi uppgáva hjá StÍF, og tað mennir helst eisini serliga teir mongu ungu spælararnir hjá liðnum.

[object Object]
Pauli Rasmussen, her í skotroynd undir venjing í Serbia, spældi ein góðan dyst í kvøld við millum annað sjey málum (Mynd: StÍF)

Ikki óvæntað gingu Pauli Rasmussen (7 mál uppá 9 skot) og Trúgvi Hávardsson (6 mál og 6 upplegg) á odda hjá StÍF í Vojovdina - allir málskjúttar síggjast niðanfyri.

StÍF og Vojvodina spæla aftur sunnudagin klokkan 17 føroyska tíð. Tað er sera ósannlíkt, at spenningur verður um samlaða úrslitið.

H71 hevur eisini risa uppgávu í Bosnia í morgin eftir tap við átta málum í fyrra dystinum.

European Cup 2. umfar, fyrri dysturin
Fríggjadagur 17. oktober klokkan
HC Vojvodina – StÍF 38-27 (17-11)

[object Object]
StÍF-liðið og málskjúttar

Seinnu dystirnir hjá føroysku mansliðnum í 2. umfari í European Cup:

Í morgin, leygardagin 18. oktober
18.00 RK Konjuh Zivinice – H71

Sunnudagin 19. oktober 
17.00 HC Vojvodina – StÍF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder