Hondbóltur

Stjørnan vann bronsuna

Brotskastskapping mátti til fyri at finna ein vinnara í bronsudystinum hjá kvinnum í kvøld. Tá avtornaði stóðu klaksvíkskvinnur eftir sum vinnarar.

Mynd frá seinnu hálvfinaluni sunnudagin móti H71 (Mynd: Sverri Egholm)

Mynd frá seinnu hálvfinaluni sunnudagin móti H71 (Mynd: Sverri Egholm)

2022-03-30 23:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tær høvdu uttan iva ætlað sær í finaluna, men H71 vildi tað øðrvísi í hálvfinaluni, og yvir tveir dystir taptu klaksvíkskvinnur greitt ímóti Hoyvík.

Hjá steypavinnaranum Kyndli var søgan tann sama, men tær taptu fyrr í vikuni í hálvfinalunum móti Neistanum. 

Í kvøld var dystur um bronsuna millum Kyndil og Stjørnuna í Høllini á Hálsi, og tað mundi ongan enda fingið.

Tá vanliga leiktíðin var av, var støðan 33-33, og liðini máttu út í longda leiktíð fyri at finna ein vinnara, men tá tvær ferðir fimm minuttir vórðu leiktir var aftur javnt, 36-36.

Tískil skuldi brotskastskapping til, og eisini her gekk ein fitt løta áðrenn nøkur avgerð fall. Tað var ikki fyrr enn áttandi málskjúttin hjá Kyndli brendi, at avgerðin fall og Stjørnan vann bronsuna.

Dómaraseðilin sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder