placeholder
Annað

Stór uppgáva fyri Jonathan

Føroyski boksarin skal boksa fordyst undan landsdysti millum Danmark og Noreg.

2021-10-21 10:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyski boksarin Jonathan Malaikev skal leygarkvøldið boksa ein spennandi dyst á stórari boksistevnu í Danmark.

19 ára gamli nevaleikarin frá felagnum Tórshavn Boksing skal boksa ein sokallaðan undercard dyst móti Oliver Borup frá Vordingborg Bokseklub.

Tað sermerkta við hesum dystinum er, at hann verður boksaður sum upphiting til landsdystastevnuna millum Danmark og Noreg, sum verður í DGI-Huset í Vordingborg leygarkvøldið.

Roknast kann tí við nógvum og larmandi áskoðarum. Upplivingin verður eisini somikið størri av, at møguleiki er hjá øllum at fylgja við, tí dystirnir verða stroymdir.

Í boksing eru maincard-dystir tað sama sum landsdystir, og undercard-dystir er tí at meta, sum beint undir landsliðsstøði, greiðir venjarin hjá Jonathan Malaikev, Martin Meng frá.

[object Object]Jonathan Malaikev saman við venjaranum Martin Meng

Ætlar sær at vinna
- Tað verður ein harður mentalur dystir fyri báðar boksararnar. Danin hevur áskoðararnar at stuðla sær, so hetta verður eitt hart stríð. Vit eru ‘underdogs’ hesaferð, men hava lagt eina ætlan. Onki skal gevast burtur, og Jonathan hevur ætlanir um at vinna stórt, , sigur Martin Meng, sum er venjari hjá Jonathan Malaikev.

Danin hevur boksað tveir dystir, vunnið ein og tapt ein. Jonathan hevur boksað fimm, vunni tríggjar og tapt tveir.

Talan er um ein dyst í vektflokkinum 60-63 kilo. Teir boksa uttan hjálm, og talan er um tríggjar ferðir tríggjar minuttir.

Jonathan hevur vant hart upp til henda dystin. Hann venur seks dagar um vikuna, tvær ferðir um dagin. Bert sunnudag hevur hann frí.

- Tað er tað, ið krevst, um ein hevur ætlanir um at fáa heiðursmerki hongt um hálsin í hesi ítróttini. Støðið er ógvuliga høgt, tað eru teir ungu boksararnir, ið leggja støðið, og ein má fylgja við, um ein ynskir at vera millum teir bestu, sigur Martin Meng.

Jonathan hevur fleiri ferðir vant í Danmark, eitt nú saman við Oliver Meng, sum ikki bara er skilmaður við venjara hansara, men eisini heimsmeistari. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder