Fótbóltur

Stórir møguleikar í sterkum avriki móti Skotlandi

Tað er málleyst, nú steðgur er á Tórsvølli. Føroyar hava hótt væl og verið væl við og omaná til tíðir. Nýggja leikskipanin hevur eydnast væl.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-10-12 20:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Longu í 5. minutti vóru føroyingarnir framvið. Ein vælupplagdur Jóan Símun Edmundsson tók ein langan bólt væl niður, fann Ára Mohr Jónsson, ið var farin til stroks í vinstru og inn ímóti brotsteignum. Ári fekk lagt útfrá, Gilli Rólantsson kundi skotið, men spældi ístaðin hegnisliga afturum seg til Jóan Símun, ið fekk eitt knapt skot á, ið skotar tó høvdu tamarhald á.

Tað gjørdist skjótt greitt, at heimaliðið megnaði at kroysta skotar við langum bóltum, ágangandi renningum djúpt og at vera árvagnir í mun til 2. bóltar. So líðandi fingu føroysku leikararnir eisini spælt bóltin væl runt í nøkrum brotum og eisini spælt snilt langt uppi á skotsku hálvuni.

Miðskeiðis í hálvleiki kom ein risa tívfaldur føroyskur málmøguleiki. Teitur Gestsson smekkaði bóltin umleið 70 niðan ímóti sekstanmetrinum hjá Skotlandi, Gunnar Vatnahamar longdi væl, Gilli rann væl ígjøgnum og smekkaði bóltin hart innfyri málið, har Ári kom við fullari ferð. Hann var eitt sindur kroystur aftanfrá, og fekk eisini eitt skump, men vinstri vongurin skuldi bara seta bóltin í málið, men tíverri vr 38-ára gamli Craig Gordon sum ein køttur. Bólturin datt útfrá til Viljorm Davidsen, ið smekkaði til, men eitt skotskt bein í fimm-metrinum forðaði fyri føroyskum leiðslumáli.

Lítla løtu seinni fintaði bólttryggi Brandur Hendriksson Billy Gilmour nakrar ferðir beint eftir ein deyðbólt, skálvíkingurin legði bóltin væl inn í brotsteigin, har Sonni Ragnar Nattestad kastaði seg væl fram, men høgi miðvingurin fekk akkurat ikki stýrt bóltinum, so mikið lágt, at hann rakti málið.

Odmar Færø hevði eina góða skotroynd stutt fyri hálvleik, og Føroyar eru á odda 6-5 í skotroyndum; tó tíverri ikki á máltalvuni, ið annars hevði verið uppiborið. Málmøguleikarnir ha Føroyum hava eisini verið størri. Scott McTominay úr  Manchester United hevur syrgt fyri, at Teitur Matras Gestsson einaferð hevur verið noyddur at bjarga. Tá var vinkulin spískur. Nakrar ferðir hava verjuleikarnir tó koyrt eitt bein fyri fløt innlegg, so tað ikki gjørdist heilt vandamikið.

Um føroyingarnir halda sama fokusi, hava sama inntensitet í spælinum, bjóða líka væl av og verja líka væl fyri, so er møguleikin fyri at fáa stig sanniliga til staðar. 

Tórsvøllur, 12.10
Føroyar - Skotland (0-0)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder