Fótbóltur

Størsta svenska stjørnan spælir ikki avgerandi dystirnar

Jim Gottfridsson breyt hondina í fjórðingsfinaluni móti Egyptalandi í gjárkvøldið. Hann varð kosin til heimsins besta spælara í fjør og mest virðismikla spælara í EM-endaspælinum, ið sviar vunnu.

Ógvuliga ring tíðindi úr Svøríki í dag. Røtgenmyndirnar vístu eitt úrslit, ið fekk Gottfridsson at fella tá. Nú skal Felix Claar taka yvir (Mynd: EPA)

Ógvuliga ring tíðindi úr Svøríki í dag. Røtgenmyndirnar vístu eitt úrslit, ið fekk Gottfridsson at fella tá. Nú skal Felix Claar taka yvir (Mynd: EPA)

2023-01-26 13:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Svensku HM-vertirnir spældu seg í hálvfinaluna við sigri á Egyptalandi í Stokkhólmi í gjárkvøldið, men tað fylgdi ein prísur við hesum - ein høgur prísur.

Tíðliga í dystinum royndi Jim Gottfridsson seg við gjøgnumbroti mitt fyri. Hann var støðgaður og noyddist av vølli. Tað sá ikki út av so nógvum í fyrstu syftu. Endurtøkurnar tyktust at vísa, at ein fingur hjá Gottfridsson var fastur í troyggjuni hjá egyptiska verujuleikaranum. Hetta er rímiliga vanligt í hondbólti, og tað kundi verið talan um ein keiktan fingur.

Talan var ikki um hondina, ið Jim Gottfridsson kastar við, og tí sá tað ikki so galið út, hóast spælskiparin úr Flensburg-Handewitt ikki kom á vøllin aftur. Svøríki spældi seg eisini víðari, men røntgenmyndir tiknar í gjárkvøldið vístu, at 30-ára gamli Gottfridsson hevur brotið hondina.

[object Object]
Vinstra hondin "hekk føst" í mótstøðuleikara, tá Gottfridsson royndi at bróta ígjøgnum tíðliga í fjórðingsfinaluni í Stokkhólmi (Mynd: EPA) 

Harvið kann hann ikki spæla hálvfinalu í morgin ella eina møguliga finalu í Stokkhólmi sunnudagin. Sjálvsagt er hetta ein smeitur fyri liðið hjá Glenn Solberg. varð kosin til heimsins besta spælara í fjør og mest virðismikla spælara í EM-endaspælinum, ið sviar vunnu fyri júst einum árið síðani.

Spælskiparin er eisini nátúrligi leiðarin á liðnum. Í tøttu EM-finaluni í fjør var tað Jim Gottfridsson, sum stýrdi seinasta time-out'inum, og hann var eisini á undir leikbrái í gjár. Við svenskar miðlar í dag ger Gottfridsson greitt, at hann ikki ætlar sær úr svensku leguni, men at hann fer at vera rundanum liðið og hjálpa tað, sum hann kann.

Svenski leiðarin sigur eisini, at hann hevur sovið lítið í nátt og eisini felt tár, men hóast hann er ógvuliga vónbrotin, so trýr heimsins besti leikari veruliga uppá, at Svøríki kann gerast heimsmeistari. Tað góða í hesum hjá vertunum er, at ein stinn avloysari er til reiðar. Felix Claar úr Aalborg Håndbold loysti uppgávuna sum spælskipari ógvuliga væl, tá hann kom á vøllin í gjár.

Evropeameistararnir spæla HM-hálvfinalu í Tele2 Arena í annaðkvøld klokkan 19.30. Jim Gottfridsson spælir ikki hondbólt tveir teir næstu mánaðirnar, sambært tv2.dk

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder