Astana, Kasakstan (Portalurin):- Also um eg skal siga okkurt um Kasakstan? Fótbóltin ella landið sjálvt? Uha…nú eri eg “on the spot” her, men tað er stórt, og eg viðmæli ein tolk ella Google Translate; tí tey eru ikki so stinn í enskum her.
Hetta segði Jóannes Bjartalíð við einum smíli, tá Portalurin tosaði við klaksvíkingin í Kasakstan á Astana Arena. Har hevur føroyski landsliðsmiðvallarin spælt fýra ferðir hetta kappingarárið, har hann hevur spælt í bestu kasakisku deildini. Tað er graslíki, kalt og heldur heimligt.
Jóannes Bjartalíð á Astana Arena, har hann í ár hevur spælt fýra dystir fyri felag sítt í Kasaksan (Mynd: Sverri Egholm)
Nú skal 30-ára gamli spælarin royna at vinna á Kasakstan í Kasakstan, áðrenn fleiri langir túrar til útidystir bíða: Ein sigur skal til fyri at Bjartalíð og hinir veruliga kunnu verða nøgdir við hetta landsliðsvindeygað.
Sí eisini: Eyðun Klakstein: - Skulu vinna í morgin fyri veruliga at vera nøgdir við hesar vikurnar
Jóannes Bjartalíð hevur spælt á sentrala miðvøllinum, sum ein av tveimum, í teimum trimum 1-1 javnleikunum hesaferð. Ein heldur nýggjur leiklutir, ið hann tó trívist fínt í.
- Eg eri ikki tann størsti og mest fysiski, men fylli tó rímilga nógv, heldur Jóannes Bjartalíð fyri
Hoyr alla samrøðuna ovast
Sí eisini: Sultanurin av Oman seinkar føroyska landsliðnum í Astana
--------------------------------------------------
Nations League deild C, bólkur 3
Støðan eftir trý umfør:
1. Slovakia 7 stig
2. Moldova 4 stig
---------------------
3. Føroyar 3 stig
----------------------
4. Kasakstan 1 stig
Í morgin, týsdagin 6. oktober
15.00: Kasakstan - Føroyar
19.45: Moldova - Slovakia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald