Astana, Kasakstan (Portalurin): Meginparturin av føroyska manslandsliðnum koyrir í løtuni runt í kasakiska høvuðsstaðnum. Ikki uttan mál og mið, men nógv seinkað til venjing.
Almenna frágreiðingin her á leikvøllinum er, at sultanurin úr Oman er á vitjan í løtuni, og hetta hevur við sær, at fleiri sentralir vegir eru stongdir. Umframt hetta er løgreglan meira upptikin enn vanligt, og einki løgreglufylgi er til venjing.
Sum skilst finnur bussførarin ikki rætta vegin - kanska hann ikki sjálvur hevur skund - og ferðslan gongur seint. Hann fær ikki koyrt oman og niðan.
Tá bussurin ikki stóð stillur, koyrdi hann skeivan vegin í stekkjum.
Eyðun Klakstein og tríggir spælarar, umframt nøkur FSF-umboð eru á staðnum á Astana Arena. Hetta í samband við tíðindafund, sum hevur verið fyri løtu síðani.
Hesir komu í einum minni bili, sum fór av Radisson-gistingarhúsinum nakað áðrenn.
Venjingin skuldi byrja klokkan 19 lokala tíð, klokkan 15 føroyska tíð, men sum nú er, er eingin innafyri hvítu strikurnar á leikvøllinum, sum tekur umleið 30.000 áskoðarunum.
Sí eisini: Føroyingar fyrireika seg til fjórða og seinasta dystin í fjarskotnum landi
Dagføring 15.38: Føroysku spælararnir sótu fastir í ferðsluni í nakað meira enn ein tíma - skuldu verða her umleið klokkan 14.30 føroyska tíð, men nústaðni nú síggjast teir á vøllinum.
Meira úr Kasakstan seinni - dysturin her verður spældur týsdagin klokkan 15 føroyska tíð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald