
Berlin, Týskland (Portalurin): Føroyska liðið hevði bjóðað miðlunum inn í felagshølið á gistingarhúsi sínum fyrrapartin. Har vóru fleiri spælarar, umframt venjararnir og forkvinnan í HSF tøk til samrøðu.
Hetta høvið nýttu nakrir føroyskir miðlar, men uppaftur fleiri norskir miðlar vóru til staðar við ymiskum upptøkutólum. Hetta vóru NRK, TV2, Viaplay og Dagbladet.
Tey vístu stóran áhuga fyri føroyska liðnum og ymisku serligu viðurskiftunum: Mongu larmandi áskoðarunum, stóru framgongdini og tøttu sambondunum.
Danska TV2 var eisini til staðar. Miðilin, ið ger heilt nógv burturúr EM, tosaði leingi við Peter Bredsdorff-Larsen, Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum.
Føroyar og Noreg spæla í annaðkvøld klokkan 19.30 føroyska tíð - seinni í dag er norskur tíðindafundur á skránni, har ymiskt tilfar kemur frá.
Sí myndir, sum Sverri Egholm tók, niðanfyri.
-
Rói Begr Hansen, Óli Mittún, Hákun West av Teigum, Julian Johansen og Pauli Mittún
-
Hans Jón Thomsen, Jens á Skipagøtu, og Gunn Ellefsen
-
Rói Berg Hansen tosar við Dagbladet
-
Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum eru væl umtóktir
-
Elias Ellefsen á Skipagøtu og Viaplay
-
NRK og Helgi Hildarson Hoydal
-
Hákun West av Teigum í samrøðu við danska TV2
-
Tíð var eisini til borðtennis millum feðgarnar Róa og Jens á Skipagøtu
-
Jógvan Skeel Nolsøe frá KvF prátar við Viaplay um norska áhugan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald