Kappróður

Sverri gevst helst á hægsta støði - vónar at føroyingar eru ernir av hansara avrikum

27-ára gamli rógvarin var ógvuliga vónbrotin og rørdur eftir finaluna í Tokyo, har hann var 15 hundraðpartar frá OL-heiðursmerki: - Eg eri farin so langt, sum eg vil fara, og sum kroppurin kann fara.

- Eg havi í øllum førum gjørt alt, sum eg kundi, og eg havi gjørt alt rætt - nú vil eg ikki meira, segði Sverri eftir róðurin

- Eg havi í øllum førum gjørt alt, sum eg kundi, og eg havi gjørt alt rætt - nú vil eg ikki meira, segði Sverri eftir róðurin

2021-07-30 11:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Bíða líka, eg noyðist líka at stegða.

Sverri Sandberg Nielsen var rørdur eftir finaluróðurin í Tokyo í nátt, og tað rakti serliga miðvingin, tá hann varð spurdur inn teir túsundtals føroyingarnir, ið millum annað fylgdi við róðrinum á stórskermi. Sverri noyddist líka at fara burtur, seta seg at húka og hálvan annan minutt seinni var hann til reiðar aftur við mokrofonina.
- Okay...eg royni at steingja tað úti, at tað eru so nógv, sum fylgja við. Men tað merkir ógvuliga nógv, og eg vóni at tey kunnu vera errin av tí, sum eg havi avtrka. Eg gjørdi í øllum førum tað, sum eg kundi, og eg eri ógvuliga takksamur fyri, at tað eru so nógv, sum hava fylgt við.

Sí eisini: 
Sverri júst ov stuttur til OL-heiðursmerki
Myndir: Sóu OL-vónbrotið á stórskíggja í Miðvági

Evropameistarin var ein av favorittum av vinna í singlescullara-greinini, men hann var tíverri 15 hundraðpartar frá at fáa OL-heiðursmerki i einum tøttum og sera spennandi róðri - einum róðri ið møguliga var tann seinasti hjá Sverra á hægsta støði: 

- Tað er ein harmilugur máti at enda uppá. Men eg havi í øllum førum gjørt alt, sum eg kundi, og eg eg havi gjørt alt rætt. Eg eri farin so langt, sum eg vil fara, og sum kroppurin kann fara - eg vil bara ikki halda fram við tí.

- Man kann ikki siga, at eg ikki fái hug at royna aftur um nøkur ár, men eg var ógvuliga greiður yvir, at hetta var tað síðsta hjá mær. Kroppurin er nakað trýstur, so tað er ein avgerð, ið eg havi tikið, segði Sverri millum annað við danskar miðlar eftir róðurin.

Hann er errin yvir arbeiði, ið er framt seinastu árini, men er ógvuliga vónbrotin yvir, at OL-dreymurin á sín hátt brast. 27-ára gamli føroyingurin, ið var ein stór donsk heiðursmerkjavón, var so nær við, og hóast hann ikki hevði roknað eitt heiðursmerki sum trygt, so hevði Sverri Nielsen í minsta lagi vóna, at okkurt metal kom um hálsin. 

Sverri Sandberg Nielsen hevur seinastu árini verið sera væl við millum teir bestu í heiminum, og hetta er ógvuliga flott. Hann hevur fingið HM-heiðursmerki, hevur vunnið World Cup-stevnur, EM í inniróðri, sett ymisk met, og í fjør vann miðvingurin EM í singlescullara.


OL-Finala
Sea Forest Waterway, Tokyo - 30.07, 01.45 (09.45 lokala tíð)

1. Stefanos Ntouskos - Grikkaland (6.40.45)
2.  Kjetil Borch - Noreg 
(6.41.66)
3. Martin Damir - Kroatia (6.42.58) 
4. Sverri Sandberg Nielsen - Danmark/Føroyar (6.42.73)
5. Alexander Vyazovkin - Russland
 6.49.09
6. Mindaugas Griskonis - Litava 6.57.60


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder