placeholder
Kappróður

Sverri hevur róð seg til OL

Sverri Sandberg Nielsen endaði nummar tvey í HM-hálvfinaluni. Harvið skal miðvingurin rógva í HM-finaluni sunnudagin, og hann hevur tryggjað sær pláss til OL í 2020.

2019-08-30 11:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Við tíðini 6.52 endaði føroyingurin, ið rør fyri Danmark til HM, á 2. plássið í hálvfinaluni í Eysturríki, ið fyri lítlari løtu síðani varð rógvin í býnum Ottensheim nærhendis Linz. 

Kravið fyri at koma í finaluna, og harvið eisini tryggjað sær pláss til OL, var at enda í topp-trý í hálvfinaluni. 

[object Object]
(Úrslitið í hálvfinaluni)

Talan er tí um ein sera stóran dag fyri føroyska rógvaran, sum rør í single-scullara.

Sverri Sandberg Nielsen er mettur at vera millum teir í danska hópinum, ið hevur best møguleika at vinna heiðursmerki til HM í Eysturríki. Tíðin, ið føroyski rógvarin róð fyri at koma í finaluna, var ikki eins góð sum í fjórðingsfinaluni mikudagin, men finaluplássi kom ikki í vanda. HM-finalan verður sunnudagin.   

Sverri Sandberg Nielsen er annar føroyingur til at koma í eina HM-finalu í rógving, Katrin Olsen hevur áður verið, og hann verður triðji føroyingur, eftir Katrin Olsen og Pál Joensen, ið umboðar Føroyar til Olympisku leikirnar. Komandi summar verður OL í Tokyo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder