placeholder
Kappróður

Sverri sett danskt met í upptøku av súrevni

Føroyski rógvarin, sum skal luttaka í OL í summar, hevur eisini meira enn tvífalt so stóra mongd í blóðinum sum ein "vanligur" persónur.

Tølini sum Team Danmark hava kunngjørt í vikuni, vísa júst hvussu væl fyri rógvarin úr Miðvági er (Mynd: EPA)

Tølini sum Team Danmark hava kunngjørt í vikuni, vísa júst hvussu væl fyri rógvarin úr Miðvági er (Mynd: EPA)

2020-02-20 17:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nakað áðrenn Sverri Sandberg Nielsen róði seg til HM silvur og eitt pláss í Ol, varð hann kannaður av Team Danmark í Bagsværd.

Kanningin í juli 2019 innibar, at Sverri skuldi hita upp og síðani rógva háinntenst í seks minuttir (svarandi til ein 2.000-metra róður)

[object Object]
Soleiðis sær ein rógvari út undir kanningini (Mynd: ugeskriftet.dk)

Solkallað VO2 (súrevnisupptøkan) verður mátað, og VO2 max hjá Sverra var tann hægsta nakrantíð máta í Danmark. Team Danmark hevur regluliga gjørt slíkar kanningar í 1980'inum. 

Miðaleffektin hjá føroyska rógvaranum var 550 watt. Tá kanningin varð gjørd, var Sverri Sandberg Nielsen 25 ár, 193 cm høgur og vigaði 97 kilo. 

Tølini vístu eisini, at Sverri hevur eitt óvanliga høgt tal, tá tað kemur til nøgd av blóði í kroppinum (blodvolumen) Tað var heili 10 litrar, ið er meira enn tvífalt tað, sum eitt "vanligt" fólk hevur. Eftr hansara hædd og tyngd er miðal 6,3 litrar. 7 prosent av krotsvektini er standard. Ein stór mongd av blóði í kroppinum ger, at útlutanin av súrevni til teir vøddarnir ið eru aktivir kann økjast munandi. Hetta hjálpir sjálvsagt Sverra, tá hann skal rógva

Kanningin vísir hvussu væl fyri Sverri er eftir nógv ár við venjing í 20-25 tímar um vikuna. Fyri einum mánaði síðani setti miðvingurin nýtt dankst met í innandurarógving. Í HM-finaluni 1. september í fjør var Sverri bert 0.03 sekund frá at vinna gull.

Les meira um kanningina her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder