
Klokkan 17.55 skulu lið sum Manchester United, Sevilla (ið hevur vunnið kappingina fimm ferðir síðani 2006), Ajax og Inter spæla. FCK og Celtic hittast í Parkini, og Shakhtar og Benfica, sum hava luttikið í finaluni í hesari øldini, hittast eisini.
Í kvøld spæla lið sum Arsenal, Wolves, Roma og Porto. Europa League er ikki toppurin, men fleiri góð lið eru enn við í stríðnum um at røkka finaluni í Gdansk. Steypið gevur eisini atgongd til Champions League luttøku næsta ár. Hetta er serliga relevant fyri ensku feløgini, ið øll eru uttanfyri topp-fýra/topp-fimm í løtuni. Roma er heldur ikki í topp-fýra í Italia.
Europa League 1/16-finalur:
17.55
Cluj - Sevilla
Club Brügge - Manchester United
FCK - Celtic
Frankfurt - Salzburg
Getafe - Ajax
Ludogorets - Inter
Shakhtar - Benfica
Sporting Club de Portugal - Istanbul Basaksehir
20.00:
AZ Alkmaar - LASK
APOEL - Basel
AS Roma - Gent
Leverkusen - FC Porto
Olympiakos - Arsenal
Rangers - Braga
Wolfsburg - Malmö
Wolves - Espanyol
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald