Júst farna vikuskiftið var Wenzel Nordic Cup á skránni við Tjarnir, har THW Kiel, GOG og Valur vitjaðu H71.
Eftir seinkingar í flogferðsluni hósdagin, komu Elias Ellefsen á Skipagøtu og Kiel til Føroya fríggjadagin. Harvið eingin dystur hjá nummar 71 móti barndómsfelagnum H71, men Kiel fekk fínar dystir móti Vali og serliga GOG.
Sí eisini:
Elias: Óli pissaði uppá verju okkara allan dystin - men heldur týðandi at vinna (Ljóð)
Myndir: Ellefsen á Skipagøtu vann systkinabarnauppgerðina
Millum dystirnar sótu teir frá týska stórfelagnum ikki bert fyri einki. Á skránni vóru "teambuilding" og upplivingar í føroysku náttúruni - millum annað serstøk rógving, ein túrur í Hoyvíkingini og bogaskjótting.
Hondbóltur var eisini á breddanum, men leygardagin vóru spælarar hjá Kiel í leiklutinum sum venjarar á Hálsi og við Tjarnir. Hondbóltsskúli var fyriskipaður - hetta vakti eisini ans í millum annað Kieler Nachrichten.
Sí fleiri myndir frá hesum niðanfyri
Wolff: - Elias hevur eginleikar sum fáur annar í heiminum (Video)
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
Domen Makuc er ein av nýggju stóru nøvnunum hjá THW Kiel. Her sæst slovenin til venjing við Tjarnir (Mynd: THW Kiel)
-
-
-
-
-
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald