Hósdagin spæla B36 og á Haverfordwest County AFC fyrra dystin í 2. umfari í Conference League. Hann verður í Gundadali, og um tíggju dagar hittast liðini í Wales.
Um B36 megnar at spæla seg víðari móti walisiska liðnum, so bíðar mótsstøða úr Kroatia ella Kosovo.
![]()
HNK Riejka er greiður favorittur at koma víðari móti KF Dukagjini. Kroatiska liðið sló Víking út úr 3. umfari í Europa League í 2014 við 9-1 sigri samanlagt.
B36 byrjar aftur á heimavølli, um liðið kemur víðari.
Conference League:
Um B36 megnar at vinna samanlagt á Haverfordwest County AFC, bíðar vinnarin av hesum dystinum í 3. umfar:
HNK Rijeka (CRO) / KF Dukagjini (KOS)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald