
Leygardagin letur Tórshavn Boksing dyrnar upp á víðan vegg, og heldur opið hús á niðastu hædd í Badmintonhøllini fyri øllum áhuganum.
Boksararnir í Havn hava leingið havt skiftandi hølisumstøður, men nú eru sekkirnir loksins komnir upp at hanga fyri well, og tað hátíðarheldur felagið við at halda opið hús fyri øllum, sum eru áhugað.
Tiltakið er frá klokkan 11 til 14, og fyrstu tímarnar ber til at uppliva kampliðið hjá felagnum venja.
Til ber eisini at hoyra alt um møguleikarnar at venja við Tórshavn Boksing, bæði sum dystarboksari ella einans fyri at íðka boksing sum motiónsítrótt. Til ber henda dagin at tekna seg til eitt av mongu liðunum, sum byrja eftir summarfrítíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald