Fótbóltur

Tórsvøllur: Nýggj og framkomin ljósskipan sett upp

Og hon er til reiðar at taka í nýtslu. "Aðalroyndin" verður til A-landsdystin hjá monnum móti Kekkia 17. juni. Samlaði kostnaðurin er 11 milliónir krónur.

Har var ein munandi ljósdálking frá gomlu ljósunum, sum var til ampa fyri grannarnar, men í nýggju ljósunum er framkomin LED tøkni, sum tryggjar, at ljósini einans lýsa á sjálvan vøllin.(Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Har var ein munandi ljósdálking frá gomlu ljósunum, sum var til ampa fyri grannarnar, men í nýggju ljósunum er framkomin LED tøkni, sum tryggjar, at ljósini einans lýsa á sjálvan vøllin.(Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2023-05-30 17:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tá gamla ljósskipanin á Tórsvølli varð tikin í nýtslu í 2011, var hetta eitt frambrot fyri føroyskan landsliðsfótbólt. Men nú vóru ljósini so mikið slitin, at styrkin í lampunum livdi ikki longur upp til tey krøv, ið verða sett, tá landsdystir skulu spælast.

Soleiðis greiðir Kristin Dam Ziska, varaaðalskrivarin hjá Fótbóltssambandi Føroya, frá í samband við avgerðina um at seta nýggja ljósskipan upp. Talan var eisini um eina munandi ljósdálking frá gomlu ljósunum, sum var til ampa fyri grannarnar, men soleiðis verður ikki við teimum, ið nú eru sett upp á Tórsvølli.

- Í nýggju ljósunum er framkomin LED tøkni, sum tryggjar, at ljósini einans lýsa á sjálvan vøllin. Vit eru tískil sera væl nøgd við nýggju skipanina, sum nú eru klár at taka í nýtslu.

Hetta sigur Kristin Dam Ziska við fsf.fo í dag. Tað er Musco Lighting, ið er veitari av nýggju ljósunum. Samlaður kostnaður av verkætlanini liggur um 11 milliónir krónur.

Heimasíðan hjá FSF skrivar samstundis, at arbeiðið at skifta ljósini á Tórsvølli er liðugt, og at tey eru til reiðar at taka í nýtslu. Nýggja ljósskipanin verður tikin alment í nýtslu leygardagin 17. juni, tá manslandsliðið tekur ímóti Kekkia í EM-undankappingardysti á Tórsvølli.

[object Object]
Gomlu ljósini í desember 2021 (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Her verður eitt av stóru ljósunum frá 2011 tikið niður (Mynd: Ólavur Frederiksen)

[object Object]
Eitt av teimum nýggju (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

[object Object]
(Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder