
Í summar varð Mads Rydal Nielsen kunngjørdur sum avloysari hjá Jeppe Borch. Eftir eina trilvandi byrjan hevur Neistin nú 16 stig fyri 12 dystir og er fýra stig aftanfyri H71. Liðini hittast til oddadyst í morgin, men sum skilst verður tað við nýggjum Neista-venjara.
Seint í gjárkvøldið skrivaðu bæði jn.fo og in.fo, at Neistin hevur endað samstarvið við danska venjaran. Sambært jn.fo verður tað skaddi spælskiparin, Tróndur Kragesteen, ið fer at taka yvir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald