
Eftir landsdystirnar ímóti Grønlandi í vikuskiftinum er nú aftur umfar í fremstu mansdeildini. Tveir dystir eru á skránni í kvøld, og ein verður leiktur í morgin:
20.00: StÍF - KÍF
VÍF - Team Klaksvík
Í morgin: Kyndil - H71
Støðan í Okkara-deildini:
Neistin 20
VÍF 19
H71 18 *
Kyndil 17
KÍF 12
StÍF 8 *
Team Klaksvík 2
*Ein dyst færri
VÍF er stórfavorittur á heimavølli, og kann leggja seg á odda aftur í deildini. Klaksvíkingar hava havt tað trupult við at fáa tingini at hanga saman í ár og hava tapt nógvar dystir stórt.
Á Skála eru kollfirðingar á vitjan. Útiliðið hevur tørv á tveimum stigum, um møguleiki skal vera fyri at røkka topp-fýra. KÍF jagstrar Kyndil, og kann nærkast við sigri í kvøld. StÍF hevur tó vunnið báðar dystirnar ímóti kollfirðingum í kappingarárinum, so tað er lagt upp til ein spennandi dyst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald