Fótbóltur

Tveir útlendskir leikarar ikki longur í KÍ

Ronni Møller-Iversen og Predrag Pocuca eru ikki longur partur av KÍ-hópinum.

Ronni Møller-Iversen er ikki KÍ-leikari longur. Her sæst hann eftir sítt mál í Litava í Evropa League
(Mynd: Sverri Egholm)

Ronni Møller-Iversen er ikki KÍ-leikari longur. Her sæst hann eftir sítt mál í Litava í Evropa League (Mynd: Sverri Egholm)

2018-09-17 22:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ hevur steðgað samstarvi við Ronni Møller-Iversen og Predrag Pocuca. Hetta skrivar Norðlýsið í kvøld.

24-ára gamli danski kantspælarin kom til Klaksvíkar í vetur. Hann leikti 24 dystir fyri besta liðið hjá KÍ. Ronni Møller-Iversen skoraði trý mál; mest minnivert flotta 1-1 málið í Vilnius í Evropa League.

32-ára gamli kroatiski miðverjin kom til felagið í summar sum alvoysari fyri landsmannin Marko Dusak, ið fór heim orsakað av persónligum ávum. Predrag Pocuca spældi bert fýra dystir fyri KÍ, harav hann varð skiftur út í trimum av teimum dystunum. 

Predrag Pocuca hevði sáttmála fyri komandi ár eisini, men hann fekk ein skaða fyri stuttum, og Norðlýsið skrivar, at partarnir vórðu samdir um at samstarvið skal enda.

KÍ og Ronni Møller-Iversen gjørdu avtalu um at steðga við samstarvinum í dag. Sáttmálin við danan, ið hevur verið sera væl umtøkur ímillum fjeppararnar hjá KÍ, var annars galdandi til endan av hesum kappingarárinum.

KÍ tapti í gjár 1-0 á Skála, og liggur á 2. plássið í Betri-deildini við 45 stigum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder