Síðst í hesum mánaðinum skal føroyska U17-landsliðið við kvinnum royna seg í EM-undankapping í Litava.
Seinastu tíðina hevur ein bruttohópur verið til venjingar, og nú er greitt, hvørjar átjan skulu umboða Føroyar í Vilnius, litaviska høvuðsstaðnum, í døgunum 22. til 31. mars.
Heimasíðan hjá Fótbóltssamband skrivar, at Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari hevur úttikið hesar 18:
Ingrid Berg Rasmussen, EBS/Skála
Jakobina Bergsdóttir, EBS/Skála
Maria Káradóttir, EBS/Skála
Súsanna Laksáfoss Godtfred, BSF (DK) - upprunaliga B36
Lea Tórarenni Johannesen, HB
Fríða Magnusardóttir Jakobsen, HB
Teresa Jacobsen, HB
Astrid Poula Mittfoss, HB
Borghild Debes Dánialsdóttir, HB
Anna Stórá Carlsen, Oure (DK) - upprunaliga HB
Vár Johannesen, KÍ
Elspa Maria Zachariassen, KÍ
Jonnhild á Sondum, NSÍ
Jonna Holm, NSÍ
Helga Mikkelsen, NSÍ
Anna Jørginsdóttir, Víkingur
Eydna Dalheim Olsen, Víkingur
Hildigunn Steinhólm, Víkingur
Føroyar eru í bólki saman við Moldova og Grikkalandi, umframt vertstjóðini Litava.Føroysku genturnar spæla móti Litava 24. mars, móti Moldova 27. mars og enda móti Grikkalandi 30. mars, áðrenn leiðin gongur heim aftur.![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/03/06/890x590/1678129926rrh2rdniu8.jpg)
Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari (Mynd: Fótbóltssamband Føroya/Hans Erik Danielsen)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald