Fótbóltur

Lokalir ungdómslandsliðsspælarar fjeppaðust í føroyingum

Tað var serliga gravgangur eftir at fáa mynd saman við Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Óla Mittún, tá hondbóltsspælarar úr Montenegro og Føroyum hittust í Bemax leikhøllini.

Bíðirøð at sleppa framat Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í Podgoricia. 24-ára gamli spælskiparin hevur fingið eitt stórt navn í hondbóltsheiminum (Mynd: Sverri Egholm)

Bíðirøð at sleppa framat Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í Podgoricia. 24-ára gamli spælskiparin hevur fingið eitt stórt navn í hondbóltsheiminum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-07 16:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Podgorica, Montenegro (Portalurin): Føroyska manslandsliðið í hondbólti hevur júst havt seinastu venjingina undan týðandi EM-undankappingardystinum í morgin.

Sí eisini: Eftir tríggjar flogtúrar og 17 tímar: Vóru frammi í Montenegro um midnáttarleitið

Undan venjingini var ein heldur stuttlig hending, sum kanska eisini vísir, í hvønn mun føroyskir spælarar hava sett dám á hondbóltsheimin.

U16-landsliðið hjá Montenegro vandi undan tí føroyska, og so skjótt teir vóru lidnir, fóru lokalu hondbóltsspælararnir yvir til fleiri av teimum føroysku. Hetta fyri at heilsa uppá og taka mynd. Hetta játtaðu gestirnir eisini.

[object Object]

Tað var heldur eingin ivi, um hvørjir teir úr Montenegro vildu hava fatur á. Fyrst stillaði yvir helmingurin av U-landsliðnum hja Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, og til skiftis tóku teir mynd saman við Kiel-spælskiparanum, sum áður er kosin heimsins besti ungi spælari.

Óli Mittún gjørdist numamr tvey í hesum bólkinum í fjør, og hevur í eitt stórt ár bergtikið í Champions League og í bestu donsku deildini við GOG. Eisini Mittún, sum skræddi Montenegro sundur undir EM-endaspælinum, skuldi á myndi við minst tíggju montegrinum.

Sí eisini: Óli Mittún: Vit hava avgjørt okkurt at løna Montenegro aftur

-----------------------------------------------

Undankapping til EM 2028, bólkur 4

2. umfar, sunnudagin 8. november
16.15: Kosovo - Ungarn
17.00: Montenegro - Føroyar (FM1 frásøgn og bloggur á Portalinum)

1. Ungarn 2 stig
2. Føroyar 2 stig
--------------------------
3. Kosovo 0 stig *
4. Montenegro 0 stig 

* Bestu fýra trý'ararnir í undankappingini koma víðari til EM, umframt tvey tey ovastu

FM1 hevur beinleiðis frásøgn úr Montenegro frá klokkan 16.30 í morgin, go til ber eisini at fylgja gongdini á Portalinum. Aftaná verða samrøður og annað. 

Video: Nýggjasti A-landsliðsspælarin segði sjálvandi ja - uttan at hugsa meg um


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder