Annað

U17: Seks føroyingar til EM fyri lið í komandi viku

Kappingin er á Lanzarote, og Føroyar er í bólki við Póllandi, Lettlandi og Portugal.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-11-22 14:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í komandi viku fara seks ungdómsbadmintonleikarar til sponsku feriuoynna Lanzarote at luttaka í U17-EM fyri lið, skrivar Badmintonsamband Føroya.

Í lutakastinum endaði føroyska ungdómslandsliðið í bólki við Póllandi, Lettlandi og Portugal, sum eru sterk lið frá munandi fólkaríkari londum.

Úttiknu leikarnir eru hesir:

  • Inga Guðrin Samuelsen
  • Tóra Erlandsdóttir
  • Brynja á Borg
  • Símun Sigvardsen
  • Tístram Hammer
  • Óðin Eldevig

Venjari er Fai Yin Wong, og ferðaleiðari er Birita Samuelsen.

Upprunaligu blivu Beinir Weihe og Sarita Kvilt úttikin til kappingina, men tey bæði vera tíverri ikki við vegna skaðar, skrivar Badmintonsamband Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder