Hondbóltur

U18 og U20 EM: Her ber til at fylgja lutakastinum

Evropeiska hondbóltssambandið stroymir, og byrjar tað klokkan 14. U20-menninir eru í næstovasta potti - hjá U18 eru Føroyar í potti 3.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-02-29 13:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um eina løtu byrjar lutakastið, ið avger, hvørjum føroysku U20- og U18 manslandsliðini skulu spæla ímóti í EM-endaspølunum í summar.

U20-menninir eru styrkismettir í næstovasta lagnum. Teir skulu spæla í Slovenia í juli. Endaspælið hjá U18-dreingjunum verður í Montenegro í august - Føroyar eru í potti 3 har.

24 lond eru í hvørjum endaspæli, og fýra lond vera í hvørjum bólki. Teir seks bólkarvinnararnir, umframt tveir teir bestu tvey'ararnir, koma víðari til millumumfarið.

Til ber at fylgja við ovast í greinini - stroymingin er frá EHF á Youtube. Lutakastið til EHF Championship hjá U18 er fyrst, so tað kann taka eina løtu til serliga U20-lutakastið byrjar.

Les eisini: 
U20 EM: Føroyar í næstovasta styrkisbólki
Óli Mittún: - Vit kunnu arga so at siga øll


U20 - Slovenia, 10.-21. juli: 

Pottur 1: Spania, Svøríki, Týskland, Ungarn, Kroatia, Danmark
Pottur 2: Norra, Portugal, Slovenia, Føroyar, Ísland, Montenegro
Pottur 3: Serbia, Frakland, Pólland, Italia, Eysturríki/Kekkia/Norðmakedonia*
Pottur 4: Eysturríki/Kekkia/Norðmakedonia,* Ukraina, Ísrael, Sveis, Rumenia, Grikkaland.

*Tvey av hesum liðunum verða drigin í pott 3 og eitt í pott 4

Les meira: U20 EM: Føroyar í næstovasta styrkisbólki

[object Object]
Sum U19-landslið í fjør vunnu 04- og 05- árgangirnir á millum annað Svøríki og Týsklandi og endaðu sum nummar átta í heiminum. Í EM 2022 gjørdist talan um 9. pláss. Nú eru teir U20 og í góðari støðu til EM (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

U18 - Montenegro, 7.-18. august


Pottur 1: Spania, Týskland, Svøríki, Kroatia, Danmark, Ísland
Pottur 2: Ungarn, Slovenia, Montenegro, Portugal, Noreg, Frakland
Pottur 3: Serbia, Føroyar, Pólland, Kekkia, Sveis, Eysturríki
Pottur 4: Grikkaland, Norðurmakedonia, Rumenia, Ísrael, Ukraina, Itali

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder