Fótbóltur

Undrið skal hava nýggjan venjara

Hegga Samuelsen koyrdur til hús í 1. deildarliðnum.

Hegga Samuelsen varð settur í starv sum høvuðsvenjari fyrr í ár. Her saman við formanninum í Undrinum, Arnari Lognberg (Mynd: Undrið)

Hegga Samuelsen varð settur í starv sum høvuðsvenjari fyrr í ár. Her saman við formanninum í Undrinum, Arnari Lognberg (Mynd: Undrið)

2022-09-09 13:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

1. deildarfelagið Undrið skal hava nýggjan venjara. Hegga Samuelsen, sum varð settur sum venjari i Undrinum 14. januar í ár, er ikki longur í felagnum.

Hesum boðar Undrið frá í dag.

- Vit skulu nýta høvið at takka Hegga fyri hansara tíð í Undrinum, nógv væntaðu at Undrið ikki fór at megna at halda seg uppi í 1. deild til komandi kappingarár, men Hegga var ongantíð í iva um tað, sigur Undrið.

Nevndin í Undrinum sigur seg ikki hava fleiri viðmerkingar til málið. Arbeitt verður við at finna nýggjan venjara.

Undrið liggur á fjórða plássið í 1. deild við 35 stigum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder